Master í løgfrøði
Fróðskaparsetrið hevur biðið Mentamálaráðið góðkenna, at farið verður undir at bjóða út master í løgfrøði.
Ætlandi byrjar útbúgvingin í heyst við fýra ymsum skeiðum, harav fulltíðar lestur krevur trý skeið (10 ECTS hvørt), so frá byrjan verður nakað av valfrælsi á útbúgvingini.
Setrið hevur drúgvar royndir í lóg. Í tíggju ár hevur grundskeið í lóg verið partur av bachelor í ymsum útbúgvingum hjá Søgu- og samfelagsdeildini. Umleið 500 fólk hava tikið hetta skeið antin sum part av bachelor ella sum eftirútbúgving.
Síðani Kári á Rógvi vardi doktorsritgerð í 2009 er gongd av álvara komin á granskingina í lóg, og hava eisini Bárður Larsen, Eyðfinn Jacobsen, Hanna Vang og Poula Lervig undirvíst og granskað, umframt fleiri onnur ið hava tikið tátt í undirvísingini. Í løtuni er talan um hálvt triðja ársverk umframt leysalærarar.
Lærubøkur eru nú útkomnar í skattarætti, fyrisitingarlóg og eru fleiri bøkur á veg longu í ár. Harumframt eru fleiri greinar skrivaðar um týðandi evni fyri føroyska løgdømið.
Granskinginin hevur longu verið grundarlag undir fleiri ymsum fakum á masterstigi, skattarætti, fyrisitingarlóg, arbeiðsrætti, fiskiveiðirættindum, brúkaralóg, kommunurætti og mannarættindum í revsing. Hesi fak eru ment í tøttum samstarvi við universitet í grannalondunum, serliga í København, Oslo, Aalborg, Reykjavík og Akureyri. Á København Jura, har flestu føroyingar lesa lóg, eru øll hesi fak góðskrivaði, og fleiri hava fingið prógv sum cand. jur. við fakum av Fróðskaparsetrinum.
Í fjør heyst var Pétur Dam Leifsson, ættaður úr Billhúsi í Sumba, og vitjaði og hevði skeið í havrætti. Nógvir aðrir granskarar eru hugaðir at vitja við fakum sínum, tí er ætlanin at hvør hálvár skal bjóða uppá eitt gestafak.
Hesar góðu royndir føra nú fram ímóti útboðnum av master í lóg. Útbúgvingin samsvarar við tvey tey síðstu árini av kendu kandidatútbúgvingunum.
Fróðskaparsetrið væntar, at tey, ið taka alla útbúgvingina, mest vera fólk ið ætla sær at starvast í almennari og privatari fyrisiting, men at mong onnur fara at taka einstøk skeið, antin sum part av útbúgving við onnur universitet ella sum eftirútbúgving.
Listi yvir skeið tey næstu tvey árini verður tøkur so skjótt góðkenningin kemur, men í heyst verður talan um skattarætt, fyrisitingarlóg og arbeiðsrætt, umframt gestafak.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...