Master í løgfrøði (1)
24.05.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Master í løgfrøði

Mentamálaráðið hevur góðkent at farið verður undir at bjóða út master í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.


Hetta verður gjørt í góðum samstarvi við universitet í Danmark, Noregi og Íslandi.

Útbúgvingin byrjar í heyst við trimum ymsum skeiðum, sum er nóg mikið til fulltíðar lestur. Tær báðar næstu lestrarhálvurnar, vár og heyst 2014, verða fýra skeið, nakað av valfrælsi verður á útbúgvingini.

Setrið hevur drúgvar royndir í lóg. Í tíggju ár hevur grundskeið í lóg verið partur av bachelor í ymsum útbúgvingum hjá Søgu- og samfelagsdeildini. Umleið 500 fólk hava tikið hetta skeið antin sum part av bachelor ella sum eftirútbúgving.

Síðani Kári á Rógvi vardi doktorsritgerð í 2009 er gongd av álvara komin á granskingina í lóg, og hava eisini Bárður Larsen, Eyðfinn Jacobsen, Hanna Vang og Poula Lervig undirvíst og granskað, umframt fleiri onnur ið hava tikið tátt í undirvísingini. Í løtuni er talan um hálvt triðja ársverk umframt leysalærarar.

Lærubøkur eru nú útkomnar í skattarætti, fyrisitingarlóg og bøkur eru á veg í arbeiðsrætti, samanberandi stjórnarlóg og løgsøgu, umframt í øðrum fakum komandi árini. Harumframt eru fleiri greinar skrivaðar um týðandi evni fyri føroyska løgdømið, greinar eru kunngjørdar í donskum og altjóða tíðarritum og lagdar fram á altjóða ráðstevnum.

Granskinginin hevur longu verið grundarlag undir fleiri ymsum fakum á masterstigi, skattarætti, fyrisitingarlóg, arbeiðsrætti, fiskiveiðirættindum, brúkaralóg, kommunurætti og mannarættindum í revsing. Hesi fak eru ment í tøttum samstarvi við universitet í grannalondunum, serliga í København, Oslo, Aalborg, Reykjavík og Akureyri. Á København Jura, har flestu føroyingar lesa lóg, eru øll hesi fak góðskrivaði, og fleiri hava fingið prógv sum cand. jur. við fakum av Fróðskaparsetrinum.

Í fjør heyst var Pétur Dam Leifsson, ættaður úr Billhúsi í Sumba, og vitjaði og hevði skeið í havrætti. Nógvir aðrir granskarar eru hugaðir at vitja við fakum sínum, tí er ætlanin at hvør lestrarhálva frá várinum 2014 skal bjóða uppá okkurt gestafak.

Hesar góðu royndir føra nú fram ímóti útboðnum av master í lóg. Útbúgvingin samsvarar við tvey tey síðstu árini av kendu kandidatútbúgvingunum. 

Fróðskaparsetrið væntar, at tey, ið taka alla útbúgvingina, mest verða fólk, ið ætla sær at starvast í almennari og privatari fyrisiting, men at mong onnur fara at taka einstøk skeið, antin sum part av útbúgving við onnur universitet ella sum eftirútbúgving.

Les meira um MA í løgfrøði her, har til ber eisini at taka niður uimsóknarblað og vegleiðing