Master í lóg
Aftur í ár ber til at byrja at lesa 2-ára master í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Á heysti í 2013 tók Setrið stigið at bjóða út fulltíðarlestur á masterstigi. Um 22 lesandi halda fram á náminum, og er ætlanin at taka upp 18 lesandi at byrja at lesa mánaðarskiftið august september í 2014. Tá verða so um 40 lesandi, ið vit meta hóskiligan hóp at skapa mennandi lestrarumhvørvi.
Stórur tørvur er á løgfrøðingum, bæði í almennari fyrisiting, vinnuvirkjum, felagsskapum og tílíkum stovnum, umframt at løgfrøðingar siðbundið starvast sum advokatar, ákærar og dómarar (hesi størv krevja helst eisini bachelor í løgfrøði). Í øðrum londum er eisini vanligt at fólk á tingi, í kommunustýrum og øðrum álitis- og leiðslustørvum nema sær eftirútbúgving í lóg.
Tey lesandi á master eru sett saman av fleiri ymsum hópum. Summi hava lisið bachelor í løgfrøði í Danmark og taka so yvirbygningin í Føroyum til tess at tryggja sær meiri viðkomandi innlit í lóg galdandi í Føroyum. Onnur hava aðrar bachelorútbúgvingar, ið liggja nær at løgfrøði, eittnú stjórnmálafrøði, fyrisiting ella leiðslu, og vilja tryggja sær, at tey tilsaman eru væl fyri at átaka sær avbjóðingar, har innlit krevst í lóg og fyrisiting.
Nógv lesandi hava umframt bachelor eisini master, kandidat ella aðra framhaldandi útbúgving, eisini viðkomandi royndir. Tey velja løgfrøði sum eftirútbúgving oman á verandi fakliga profilin og harvið verða skaptar nógvar spennandi samansettar útbúgvingar.
Felags fyri øll hesi lesandi er, at tey hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og fyri løgfrøðiligum háttalagi. Dentur verður lagdur á løgfrøði á høgum stigi, lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í samveldisstøðu, herundir lóggávu, venju og aðrar lógkeldur, umframt altjóða lóg, felagsmál og samanberandi greining.
Tey lesandi skulu taka flest skeið í dogmatiskum lógkunnleika (hvør rættarstøðan er á ávísum økjum), nøkur skeið í løgfrøðiligari fatan (hvussu vit finna, nýta og miðla rættarstøðuna), og hartil skulu tey skriva ritgerð (‘spesiali’ sum sýnir bæði kunnleika og fatan). Serligt eyðkenni fyri útbúgvingina er eisini at fyrireika grein til útgávu, hetta skal tryggja framtíðar fakliga umhvørvið í løgfrøði verður merkt av orðaskifti á høgum fakligum stigi.
Upptøkutreytir eru antin útbúgving í lóg á bachelorstigi ella onnur viðkomandi útbúgving á nóg høgum akademiskum stigi við nóg mikið av kunnleika um lóg (til ber at uppstiga seg við at taka nøkur skeið á bachelorstigi, eittnú grundskeið í lóg ella grundleggjandi fyrisitingarlóg). Grundgivin, ‘motiverað’ umsókn er sera týðandi, har víst verður á viðkomandi royndir, har brúk av ella kunnleiki til lóg er týðandi, umframt ætlanir og vónir at nýta lógkunnleika. Týðandi er at lýsa og skjalfesta førleikar og royndir.
Undirvíst verður á føroyskum, enskum og skandinaviskum máli. Freistin at søkja um upptøku til MA í Løgfrøði er 1. juli 2014.
Meira kunning um Master í lóg fæst her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...