27.10.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterfyrilestur um kvinnufráflyting

Fríggjadagin 30. oktober kl. 14.30 heldur Lív Arge Simonsen almennan fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini um føroyskar kvinnur, sum fluttu til Keypmannahavnar í 1890-1925.


Fyrilesturin hjá Lív tekur støði í masterritgerð hennara í søgu: ““At fara niður”. Byrjandi kvinnufráflytingin verður greinað við støði í broyttum lívskorum hjá kvinnum 1890-1925.” Lív hevur lisið høvuðsgrein í søgu við stjórnmálafrøði sum hjágrein á Søgu- og samfelagsdeildini. Í summar læt Lív inn høvuðsritgerðina í søgu. Seinasti parturin av masternáminum á Søgu- og samfelagsdeildini er, at kandidaturin sum liður í náminum heldur almennan fyrilestur um eitt evni í masterritgerðini.
Fyrilesturin verður fríggjadagin 30. oktober klokkan 14.30 í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25.
Øll eru hjartaliga vælkomin.