Masterlæran á Søgu- og samfelagsdeildini góða byrjan
11.09.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterlæran á Søgu- og samfelagsdeildini góða byrjan

Nú eru longu slakar tríggjar vikur lidnar, síðan nýggja útbúgvingartilboðið á Søgu- og samfelagsdeildini, Masterlæra, fór av bakkastokki.


Tey 17 lesandi fara skjótt til próvtøku fyri at fáa tey fyrstu 5 lestrarstigini í hús.

Toymið aftanfyri útbúgvingina, Gestur, Lív, Elisabeth og Anna eru stak væl nøgd. Tað besta av øllum hevur verið at síggja ágrýtnið hjá teimum lesandi, har hugsjónin um, at tey eru virkin í kjaki og samstarvi hevur riggað væl.

Kombinatiónin av skemaløgdum tiltøkum (fyrilestrum), opnum fakligum kjaki (seminar) og sjálvstøðugum bólkaarbeiði gevur góðan fakligan dynamikk. Hølisviðurskiftini á deildini eru trupul, men vit hava tryggjað okkum eitt fast høli her á Søgu- og samfelagsdeidlini, so at tey lesandi vónandi kunnu kenna deildina sum eitt veruligt arbeiðspláss.

Fyrsta skeiðið (metodologiskeið) er við at enda, og síðani koma fakskeiðini. Her koma spennandi gestaundirvísarar úr okkara grannalondum, frá ikki minni enn sjey ymiskum universitetum. Vit ætla at bjóða hesar fyrilestrar út til stovnar, fyritøkur og onnur, sum kunnu vera áhugað at luttaka.     

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av innleiðslu, fyrilestrum og verksmiðjum.