Masterlæran er eitt serstakt konsept
30.06.2017
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterlæran er eitt serstakt konsept

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging, Umsiting og politikkur og Søga - hesar útbúgvingar verða lisnar eftir masterlærukonseptinum: Tann lesandi leggur lestrarleiðina til rættis út frá tí evnisøki, sum viðkomandi hevur serligan áhuga fyri, og praksislæra er týðandi táttur í útbúgvingini. Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðari, greiðir frá konseptinum. Ketty á Fríðriksmørk er fyrsti lesandi, ið hevur lokið prógv eftir masterlærukonseptinum. Hon skrivaði serritgerð um fólk, eldri enn 40 ár, sum hava verið leingi arbeiðsleys og hvussu tað ávirkar tey. Seinasta fríggjadag fekk hon prógv sum master í Sosialvísndum og samfelagsplanlegging.


Bacelor: Útbúgvingarnar Søga, Sosialvisindi og samfelagsplanlegging og Politikkur og umsiting kunnu lesast á bachelorstigi. Tú finnur umsóknarblað og leiðbeining her.

Master: Útbúgvingarnar Søga, Sosialvisindi og samfelagsplanlegging og Politikkur og umsiting kunnu lesast á masterstigi. Tú finnur umsóknarblað og leiðbeining her.