Erla Skúlablaðið (2).JPG
Erla Olsen er dekanur á Námsvísindadeildini. Hon sigur við Skúlablaðið, at stundin er komin at taka eitt fet aftrat og fara undir læraralestur á masterstigi (Foto: Skúlablaðið, Ólavur Frederiksen)
Brynhild Thomsen
06.10.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

- Masterlestur er næsta stigið

Fyri 12 árum síðani varð læraraútbúgvingin løgd um til bachelorútbúgving. Nú er stundin komin til at taka eitt fet aftrat og fara undir MEd-lestur, heldur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini á Setrinum

- Tann almenni lærarin í fólkaskúlanum skal hava eina so góða og breiða útbúgving, sum til ber; tað er ikki nóg mikið at tryggja hetta í ymsum eftirútbúgvingum og skeiðum. Tað hava tey ásannað í londunum kring um okkum, og eg haldi, at tíðin eisini er komin her hjá okkum at taka fetið víðari og fara undir lestur á masterstigi.

Tað sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini í stórari viðtalu við serútgávuna hjá Skúlablaðnum, nú læraraútbúgvingin í Føroyum fylti 150 ár tann 1. oktober.

- Læraraútbúgvingin er so mikið týdningarmikil og skal fevna um so nógv, at alt rúmast ikki í grundútbúgvingini, sum vit kanska kunnu siga, at ein bachelorur er. Útbúgvingin má avspegla tað sera samansetta og fjøltáttaða samfelagið og skal klekja borgarar, sum eru dubbaðir til at liva og virka í hesum margfalda veruleikanum, sum er í støðugari broyting, sigur dekanurin.

Gamli tvídrátturin

Í samrøðuni, sum kann lesast í fullum líki hjá teimum, sum halda Skúlablaðið, verður nomið við mangt og hvat, nú støðulýsing skal gerast av læraraútbúgvingini.

Eisini verður tosað um gamla tvídráttin við at seta tað akademiska upp ímóti tí yrkisrættaða.

Erla Olsen heldur ikki, at til ber at seta annað upp móti hinum. Hon brúkar eina mynd av einum sterkum, hentum og tríbeintum krakki til at greiða frá sínum sjónarmiðið.

- Lærarayrkið hvílir á trimum beinum, og er eitt teirra styttri enn hini bæði, so skinklar krakkurin og verður óstúttur. Sum læraralesandi hevur tú eitt undirvísingarfak, sum er ein vitan, ið tú skalt miðla til næmingarnar. Síðani skalt tú hava vitan um, hvussu tú skalt miðla vitanina, og umframt tað skalt tú hava vitan um tað alment didaktiska, námsfrøðiliga og sálarfrøðiliga, sum er fortreyt fyri, at tú fært hinar partarnar at rigga.

- Vit kunnu ikki skilja hesar partarnar sundur, sigur Erla Olsen, dekanur.

Meira er at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum her.