01.04.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterprógv handað á Søgu-og samfelagsdeildini

Joan Ólavsdóttir hevur fingið prógv sum Master í stjórnmálafrøði við ritgerðini "Føroyar í uttanríkispolitikki".


Týsdagin 31. mars fekk Joan Ólavsdóttir prógv sum Master í stjórnmálafrøði aftan á at hava hildið almennan fyrilestur við støði í sínari ritgerð "Føroyar í uttanríkispolitikki".

Á myndini: Jóan Pauli Joensen, rektari, Beinta í Jákupsstovu, vegleiðari, Joan Ólavsdóttir M.S.Sc, Rolf Guttesen, próvdómari, Elin Súsanna Jacobsen, dekanur á SSD, Jens Christian Svabo Justinussen, vegleiðari. - Ikki á myndini: Árni Ólafsson, sum var próvdómari av ritgerðini.