Masterprógv í stjórnmálafrøði handað á Søgu- og samfelagsdeildini
Fríggjadagin helt Anna Paulina Leo Olsen masterfyrilestur í stjórnmálafrøði á Søgu- og samfelagsdeildini.
Í framløguni tók Anna støði í teimum veðurlagsbroytingunum, sum gera, at ísurin í Arktis bráðnar. Hettar hevur við sær, at nýggjar siglingarleiðir tvørtur um Norðpólin gerast veruleiki, og at tilfeingi, sum annars ikki var atkomuligt, tí tað lá undir ísi, møguliga verður tøkt í næstu framtíð. Hetta hevur havt við sær, at Arktis er komið í ein geopolitiskan ‘brennidepil’.
Tað eru hesar umhvørvisbroytingar og tær avleiddu broytingarnar í teimum politisku strukturunum í Arktis, sum Anna hevur sett sær fyri at kanna í sínari serritgerð, og undir framløguni viðgjørdi Anna spurningin, um økta kappingin í Arktis fór at føra til eitt nýtt miðeystur, ella um tað heldur fór at føra til økt samstarv.
Anna hevur við hesum fyrilestrinum lokið masterprógv í sjórnmálafrøði, og ynskja vit henni alt tað besta framyvir.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...