Masterskeið í gudfrøði
Komandi vár byrjar nám í føroyskari kirkjusøgu sum stakgreinalestur á universitetsstigi á Fróðskaparsetri Føroya.
Í 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin. Eisini í framtíðini kann tó væntast, at føroyskir prestar hava gudfrøðiligt embætisprógv frá lærdum háskúla í útlondum, eitt nú Danmark, Noregi og Íslandi, umframt yrkisútbúgving at virka sum prestur við evangeliskt lutherska kirkju. Við so fjølbroyttum royndum og bakstøði helt løgtingið tað vera alneyðugt at verja og styrkja tilvitskuna og kunnleikan um føroyskan kirkjusið og føroyska kirkjuskipan. Ásett varð tí í Løgtingslóg um embæti og størv í Fólkakirkjuni frá 2013, at prestar skulu hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin.
Henda útbúgvingin verður nú í 2015 sett í verk í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Fólkakirkjuna í Føroyum sum stakgreinalestur á universitetsstigi. Í byrjanini verður hetta skipað sum eftirútbúgving, men miðað verður ímóti, at lesturin í Føroyum seinni fer at kunna ganga inn sum partur av gudfrøðilesnaði uttanlands. Skeiðini verða uppbygd so, at hin lesandi eftir trimum lestrarhálvum hevur fingið ta neyðugu, breiðu fatanina á tilsamans 30 ECTS. Tað skal bera til at byrja henda lestur við at tekna seg til fyrsta skeið, sum verður boðið út, eftir at ein er komin í prestaembæti.
Summi skeið fara samstundis at verða boðin út undir øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Haraftrat fara onnur enn gudfrøðingar at kunna taka gudfrøðiskeiðini sum stakskeið.
Fyrsta skeiðið “Liturgikk og hymnologi – føroysk gudstænastuskipan og sálmasangur” verður várið 2015 og umsóknarfreistin til hetta er sett til 9. januar 2015.
Nærri kunning fæst her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...