21.11.2008
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterútbúgving í lóg

Fróðskaparsetur Føroya fer næsta ár at bjóða út masterútbúgving í lóg. Upptøka til útbúgvingina verður á sumri 2009


Fróðskaparsetur Føroya fer næsta ár at bjóða út masterútbúgving í lóg.  Upptøka til útbúgvingina verður á sumri 2009, men longu í vár verða nøkur fak boðin út, eins og grundskeið í lóg stendur teimum í boði, sum vilja fyrireika seg til hesa nýggju framhaldsútbúgving.

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi praktiskan og ástøðiligan førleika innan lógkunnleika, serliga at greina, samanbera og skriva løgfrøðiligt tilfar í føroyskum og altjóða høpi.

Masterútbúgvingin í lóg byggir á grundútbúgving í hóskandi lærugrein og telur tilsamans 120 námsstig. Lesandi við aðrari útbúgving enn cand. jur. og líknandi verða kravd at taka grundskeið í lóg undan masternáminum.


Útbúgvingin fevnir um háttalagsskeið, námsskeið og ritgerð.

  • Háttalagsskeið eru millum annað skeið í lógkønari skriving, heimspeki og máli.
  • Ritgerð er skrivligt avrik í góðkendum løgfrøðiligum evni.
  • Námsskeið eru frálæra í dogmatiskari jura á ymiskum økjum, fyrstu árini við denti á:
          o sjólóg
          o arbeiðsmarknaðarlóg
          o fyrisitingarlóg
          o skattalóg
          o altjóðalóg
          o og lógarmál

Fróðskaparsetrið hevur sett lektara, og eftir ætlan verður eisini adjunktur settur, at undirvísa og granska í lógkunnleika. Harumframt verða eisini royndir løgfrøðingar settir sum uttanseturslektarar, og serfrøðingar úr øðrum londum verða bodnir til Føroya at undirvísa sum gestalærarar.

Væntandi verða lesandi upptikin sum:

  • fulltíðarlesandi tilrættarlagt yvir tvey ára skeið
  • parttíðarlesandi tilrættarlagt yvir fýra ára skeið
  • skiftislesandi, ið taka skeið til góðkenningar aðrastaðni
  • og sum stakgreinalesandi, ið taka einstøk skeið.

Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið út grundskeið í lóg, ið tilsamans sjey flokkar av lesandi nú hava tikið. Stórur eftirspurningur er eftir framhaldandi lesnaði, bæði frá fólki í føroyskari fyristing og vinnulívi og frá føroyingum, ið lesa uttanlands og sum nýta høvi til at taka fak ella skriva ritgerð um føroysk viðurskifti.

Væntandi verða tey lesandi úr trimum bólkum:

  • Lógkøn lesandi, t.d. cand. jur., cand. jur. merc., jur. kand., LL.B., ið vilja eftirútbúgva og menna seg fakliga
  • lesandi, ið hava tikið bachelor í lóg og vilja hava fullan fakligan førleika ella taka føroysk fak sum part av útlendskari útbúgving
  • og lesandi, ið hava aðrar útbúgvingar og vilja hava lógkønan førleika.

Grundskeiðið í lóg byrjar aftur í februar 2009.  Fyrstu fakini í masterútbúgvingini í lóg verða boðin út seinni í vár, og upptøka til fulltíðar masternámið verður 1. juli 2009.