Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
07.02.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Mátarin í Leirvíksfirði tikin uppaftur

Í vikuskiftinum hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil tikið streymmátaran í Leirvíksfirði uppaftur.


Í vikuskiftinum tók vaktar- og bjargingarskipið Brimil streymmátaran, sum hevur ligið niðri á botninum í Leirvíksfirði, uppaftur. Brimil setti mátaran út tann 24. novembur í fjør, og nú hevði hann mátað rákið í Leirvíksfirði teir ætlaðu tveir mánaðirnar.

Tað gekk væl at fast á fortoyningarnar niðri á botninum, og øll útgerðin er komin uppaftur. Næstu dagarnar verða innsavnaðu dáturnar lisnar úr mátarinum og góðskutryggjaðar. Tá tað er gjørt, verða  útrokningar gjørdar av rákinum og tøku orkuni í Leirvíksfirði. Tað tekur einar 2-3 vikur, aðrenn hesi úrslitini verða klár.