Mátingarmiðil mentur
07.01.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Mátingarmiðil mentur

Í 2014 varð mentur ein konsekvensútrokningarmyndil til at máta og meta um haldførið í føroyska makrobúskapinum og í tí rikna búskaparpolitikkinum.


Tað er skrivaratoymi Búskaparráðsins á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, Ólavur Christiansen, ph.d, og Hans Ellefsen, ph.d, sum hava staðið fyri hesi verkætlan. Myndilin verður nýttur til at rokna avleiðingarnar fyri  fíggjarliga haldførið í longdini, um broytingar henda í búskaparligum umstøðunum, og um politisk inntriv verða í gjørd, sum ávirka inntøkur og útreiðslur hins almenna.

Verkætlanin við haldførismyndlinum á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum umboðar ivaleyst eitt
hitt størsta frambrotið á makrobúskaparliga økinum í Føroyum. Føroyar hava nevniliga ikki higartil, mótsett  flestøllum øðrum londum, havt nakað  amboð til at máta og meta um haldførið í samfelagsbúskapinum upp á longri sikt.  Verkætlanin hevur borið við sær umfatandi greiningar og verkligar granskingar av føroyska makrobúskapinum.

Búskaparráðið fer í síni næstu frágreiðing í mars 2015 at leggja fram fyrstu úrslitini av myndlanýtsluni.