Jóan Pauli Joensen, rektari
01.09.2008
Skriva út

Meðan vit bíða eftir stýrinum

Tann 1. august 2008 er ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya. Eitt stýri skal í næstum veljast fyri stovnin.


Á Seturskrivstovuni í gomlu bókasavnshúsunum á Debesartrøð hongur ein stórur málningur av Ingálvi av Reyni. Hann ber heitið Tey ganga á vegnum og bíða. At bíða er júst tað, sum starvsfólk og lesandi gera á Fróðskaparsetrinum í løtuni, men nú verður ikki bíðað so leingi afturat.
     Tann 1. august 2008 er ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya. Eitt stýri skal í næstum veljast fyri stovnin.
     Mentamálaráðið hevur sett Jóan Paula Joensen sum rektara fyribils, men hann er í løtuni rektari uttan stýri. Setursráð eins væl og megindeildarráð eru farin í søguna. Tað var í hesum ráðum, at tær yvirskipaðu avgerðirnar vóru tiknar á Fróðskaparsetrinum fram til 1. august 2008. Eftir nýggju lógini fyri Fróðskaparsetrið skal stovnurin skipast í fakultet, og leiðararnir á teimum verða nevndir dekanar. Dekanarnir verða settir av rektaranum.
     Rektarin hevur tí frá 1. august 2008, og til onnur boð koma, sett Jóannes Hansen og Súsonnu M. Mortensen sum dekanar fyri ávíkavíst Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, kortini so at tey bæði framhaldandi varðveita starvsheitið rektari, til annað verður avgjørt.
     Malan Marnersdóttir er tilnevnd sum dekanur á Føroyamálsdeildini, Hans Pauli Joensen á Nátturuvísindadeildini og Elin Súsanna Jacobsen á Søgu- og samfelagsdeildini. Tey vóru øll megindeildarformenn frammanundan. Dekanarnir hava ábyrgdina av undirvísingini og granskingini á teimum einstøku fakultetunum.
     Til fyrisitingarstjóra fyri Fróðskaparserinum hevur rektarin tilnevnt setursskrivaran Rúnu Hjelm.
     Alt gongur soleiðis sína gongd, munurin er bert tann, at nú kunnu allar avgerðir takast munandi skjótari enn fyrr, tá bíðast ofta skuldi eftir avgerðum til fundur hevði verið í ráðunum.  Nú liggur ábyrgdin á dekanunum, fyrisitingarstjóranum og á rektaranum. Hetta er longu farið at merkjast.
     Stýrið er kortini ikki langt burtur. Tað skal mannast við 7 limum, sum allir verða tilnevndir av landstýriskvinnuni í mentamálum. Hvør kemur at umboða starvsfólk og lesandi á setrinum, verður greitt eftir eitt innanhýsis val á setrinum, sum er sett at verða 25. september. Starvsfólk á setrinum mæla til tvey umboð í stýrinum og tey lesandi til eitt. Hinar 4 limirnar, íroknað formannin, tilnevnir landstýrisfólkið sjálvt. Hvørji hesi verða, veit eingin enn.
     Ein tann fyrsta uppgávan hjá stýrinum verður at seta rektara. Tá rektari er settur, verður tað hansara ella hennara uppgáva at endaliga tilnevna dekanar og fyrisitingarstjóra og at seta út í kortið inn í framtíðina. Tað liggur ein sera spennandi tíð fyri framman, har mørk koma at verða flutt, har partar verða tiknir sundur og settir saman av nýggjum í aðrar heildir. Hvussu nógv fakultet skulu koma at verða, tað er ikki endaliga avgjørt, men gongdin aðrastaðni er, at fakultet og deildir skulu hava eina ávísa stødd.
     Fróðskaparsetur Føroya hevur nú fingið ein nýggjan samleika, ein nýggjan identitet. Hetta skulu bæði námsfrøðilesandi, læraralesandi, sjúkrarøktarfrøðilesandi, tey sum lesa føroyskt, søgu, stjórnmálafrøði, náttúruvísindi og tøkni venja seg við. Øll hesi ganga nú á Fróðskaparsetrinum. Hetta er eisini ein nýggj støða hjá lærarum og starvsfólki, hvørs viðurskifti kunnu verða broytt ikki sørt ta komandi tíðina.
     Endamálið er yvir ein kamb at menna dygdina í undirvísingini og skapa karmar um nýskapandi undirvísing, útbúgving og gransking á Fróðskaparsetrinum. Tað er kortini greitt, at tað tekur tíð at fáa vísindafólk við tí granskingarliga førleika, sum miðað verður ímóti, at øll skulu hava. Her verður menningin at ganga stig fyri stig. Í øllum førum verða tað teir bestu umsøkjararnir, sum verða settir í starv, og setrið eigur so at geva teimum møguleika at vaksa í starvinum og mennast.
Tað eru tey longu seigu tøkini, sum telja, og nú mugu vit ikki missa ferðina, men halda fast um, at Fróðskaparsetrið stendur altjóða mál í gransking og útbúgving. Til hetta krevst sjálvandi peningur, men ikki bert peningur. Tað hevur ikki minni týdning fyri sjálvsvirði hjá einum stovni, at vit øll eru erpin av Fróðskaparsetrinum og duga at síggja virði í gransking og hægri undirvísing.

Jóan Pauli Joensen, rektari