Screenshot 2023-05-22 at 09-05-12 It takes more than stormy weather to knock the Faroese off course.png
(Foto: NordForsk.org)
Marianne Knudsen, NordForsk
22.05.2023
Setrið
Skriva út

Meira enn stormur skal til fyri at koppa føroyingum

Føroyar fara at fáa so ringt illveður, sum vit ikki hava upplivað áður. Tað er boðskapurin í einari norðurlendskari granskingarverkætlan, og granskararnir hava verið í Føroyum í sambandi við tilbúgvingina

NordForsk hevur verið á reportasjuferð í Føroyum fyri at kanna, hvønn týdning norðurlendska granskingarsamstarvið hevur fyri føroyingar. Fyrsta greinin í røðini varð almannakunngjørd í síðstu viku, og í dag er so onnur greinin komin. Hon kann lesast í fullum líki her.

Útgangsstøði fyri greinini er ein granskingarverkætlan, Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries (CliCNord), sum liggur undir granskingarøkinum hjá NordForsk um samfelagstrygd í Norðurlondum. Verkætlanin kannar, hvussu smáu umráðini í Norðurlondum handfara ymisk ógvuslig veðurfyribrigdi, og á odda fyri verkætlanini er Rico Kongsager frá University College Copenhagen.

Fyri nøkrum árum síðani ávaraði hann í hesi greinini á NordForsk um, at vit í Føroyum fara at fáa illveður, sum vit ikki hava upplivað áður.

- Føroyingar kenna alt til ódnarveður, so teir eru vanir at halda seg innandura, tá stormur er. Tey kenna sítt øki og vita, hvat tey skulu gera. Tað, sum tey kanska ikki eru eins væl fyrireikað til, er tann styrkin, sum illveðrini fara at hava í framtíðini. Tað verður so ógvusligt, at tað er meira enn húsini, vegirnir og brúgvarnar eru bygd til, so alt undirstøðukervið skal tillagast nýggju veðurfyribrigdunum, segði granskingarleiðarin í greinini frá september 2021.

NordForsk hevur nú verið í Føroyum og gjørt samrøður um tilbúgvingarvenjingar, sum hava verið í Føroyum, og har granskararnir frá CliCNord vóru við.

Tey hava tosað við Finn Hansen, tilbúgvingarleiðara í Norðoyggjum, og Maritu Sumberg, borgarstjóra á Viðareiði og sjúkrarøktarfrøðing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um tilbúgvingarvenjingarnar, sum hava verið.

Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari 

Marita Sumberg, borgarstjóri