Smid.jpg
08.06.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Menn tínar førleikar sum smíðlærari

Hevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlærari og vil at menna tínar førleikar?

Á Námsvísindadeildini verður í heyst, í samstarvi við Gøteborg Universitet, bjóðað stakskeið í smíð. Skeiðið kann skipast saman við arbeiðinum, tí tað eru einans tvær vikur hvørja lestrarhálvu har undirvísing er burturav á Námsvísindadeildini, men annars er lesnaður, sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuloysing partur av skeiðnum.

Skeiðini eru grundað á námsætlanina í fólkaskúlanum fyri smíð.

Fyrsta skeiðið verður nú í heyst, og tað fer at snúgva seg um ástøðina handan at læra í verki, samskifti og hugburð til smíðundirvísing, umframt verkliga læring innan metal, tráðsmíð, silvursmíð, sveip og aðrar hættir at forma úr viði.

Høvuðsundirvísarar verða Joakim Andersson og Peter Hasselskog frá Gøteborg Universitet, báðir við drúgvum royndum innan smíðundirvísing, og báðir hava granskingarførleika (phd) í júst smíðundirvísing. Harumframt verða aðrir undirvísarar, teir koma í stóran mun úr Svøríki, men onkur føroyingur verður eisini millum undirvísararnar.

Verkligu vikurnar á Námsvísindadeildini verða í viku 37 (11-15. september) og viku 45 (6.-10. november)

Ætlanin er at bjóða út seks stakskeið, hvørt á 5 ECTS. Skeiðini verða sett soleiðis saman, at tey at enda kunnu verða sett saman til eina linju sum smíðlærari.

Umsóknarblað til fyrsta modul, Virkislærdur kunnleiki og verklig læring, fæst HER.

Kostnaður fyri skeiðið: 7.000 Kr.

Luttakaratal: í mesta lagi 12 luttakarar

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt starvsroyndir í fólkaskúla

Undirvísingardagar á heysti 2023: Vika 37 (11.-15. sept.) og vika 45 (6.-10. nov.) á Námsvísindadeildini

Umsóknarfreist: 1. juli 2023 og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo