Menningarsamstarv: Til Tansania at undirvísa í havrætti
Stórt skeið í havrætti verður í næsta mánaði í Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law
Mánadagin 13. - 18. desember verður skeið í havrætti í Tansania í Arusha.
Skeiðið er partur av "Summer Academy on the Continental Shelf 2021 (SACS), sum nú verður tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL).
Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir.
Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL. Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan.
Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum.
Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania.
Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS.
Les meira um SACS-skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...