13.05.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MENTANARMØTI: Ferð mín til Kambodja

Malan Marnersdóttir hevur luttikið í verkætlan um mentanarmøti millum norðurlendskar og kambodjanskar kvinnur um skaldskap, sjálvverjustrategiir, drama, frásøgn og tekning.


Á heysti í 2009 fekk eg ein dagin teldubræv frá Annu Mattsson, sum hevur verið studentur hjá okkum á Føroyamálsdeildini. Anna er rithøvundur, hon hevur givið fleiri yrkingasøvn út og skaldsøgur, ein teirra er týdd til føroyskt Rúm Alexandru. Eftir loknan lestur fór hon aftur til Svøríkis og hevur síðani m.a. lært seg khmer og skipað fyri svenskt-kambodjanskum tiltøkum. Eitt árið var Jóanes Nielsen saman við øðrum norðurlendskum rithøvundum á upplestrarferð í landinum.

T-brævið frá Annu henda heystardagin í 2009 var um eina verkætlan um mentanarmøti millum norðurlendskar og kambodjanskar kvinnur um skaldskap, sjálvverjustrategiir, drama, frásøgn og tekning. Uppgávan hjá mær var saman við Kerstin Munck professara í Umeå at leiða tvær verkstovur í fýra dagar um yrkingarnar eftir Edith Södergran, sum longu var givin út í týðing til khmer. Vit høvdu ein bólk fyrrapartin og ein seinnapartin, í øðrum bólkinum vóru átta luttakarar og í hinum fimtan. Í tí størra bólkinum vóru gentur úr einum skúla, sum ein franskur hjálparfelagsskapur – Pour un sourire d’enfant (Til frama fyri barnasmíl) rekur í útjaðaranum av Phnom Penh, høvuðsstaðurin í Kambodja.

Børnini vóru sokallað “ruskplássbørn”, av tí at familjurnar liva á av og stórum ruskplássum, har tey finna tilfar, sum kann brúkast aftur, umskapast og á annan hátt koma til nyttu. Skúlin, sum lutvíst er kostskúli, er sera væl skipaður. Børnini eru eini 14-18 ára gomul og læra tað sum krevst til at klára seg. Har eru verkstøð og lærupláss, ein matstova, har alt er gjørt á skúlanum – ungdómarnir borðreiða, gera matin, seta hann á borðið o.s.fr. Og døgurðaborðið var frálíkt við alskyn góðum vøtnum og av landi. Ein handil selur pløgg og búnyttur, sum eru gjørd á skúlanum. Genturnar, sum komu í okkara verkstovu, vóru sera gløggar og tóku lut í orðaskiftinum um yrkingarnar saman við meira tilkomnum kvinnum.

Kerstin og eg løgdu dent á, at fatanirnar hjá luttakarunum skuldu vera mønan í arbeiðinum við tekstunum. Hjá okkum var tað áhugavert at síggja, hvussu kvinnurnar løgdu yrkingarnar út og tolkaðu tær inn í teirra menniskja- og lívsfatan. Eitt nú hildu tær tað vera heldur skemtingarsamt at høvuðspersónurin í gudalæruni um okkara leiðir skuldi vera borin í heim av kvinnu, sum ikki hevði verið saman við manni. Tað kom fram, tá ið vit lósu yrkingina “Vierge moderne”, Modernaða moyggin.

Tær vóru hugtiknar av Edith Södergran, tí hon bæði gjørdi upp við hevdvunnan yrkingarhátt og við vanligar hugmyndir um, hvat ein kona og ein maður eru, kunnu og eiga at gera. Serliga áhugavert hildu tær yrkingar vera sum katedralurin, har Edith Södergran tekur myndina fyri stóra manslistaverkið, katedralin, og setur hann í matgerðarhøpi úr kvinnutilveruni. Hjá luttakarunum í Phnom Penh var tað nýtt og spennandi at síggja myndburðin umskapaðan á henda hátt.

Jag vill vara ogenerad -

därför struntar jag i ädla stilar,

ärmarna kavlar jag upp.

Diktens deg jäser...

O en sorg -

att ej kunna baka katedraler...

Formernas höghet -

trägna längtans mål.

Nutidens barn -

har din ande ej sitt rätta skal?

Innan jag dör

bakar jag en katedral.

(September 1918)

Vit lósu og viðgjørdu 4-6 yrkingar um dagin í hvørjum bólki. Luttakararnir og vit fingu illa tosað saman beinleiðis, tí tær dugdu einki serliga væl fremmand mál, og vit dugdu ikki khmer. Tískil undirvístu vit á fleiri málum og við tolki, sum umsetti úr fronskum. Tað gjørdi sítt til, at ferðin eisini málsliga var ein avbjóðing. Edith Södergran yrkti á svenskum, og tí vóru yrkingarnar, sum vit viðgjørdu, fyrst lisnar upp á svenskum. Síðani vórðu tær lisnar á khmer og at enda á fronskum, sum var málið Kerstin og eg tosaðu, og sum tolkur okkara síðani umsetti til khmer.

Ferðin til Kambodja byrjaði tann 24. februar og endaði tann 3. mars og var framúr gevandi menniskjaliga, fakliga og málsliga.