Mest álit á løgregluni - minst á politisku flokkunum
Nýggj álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum vísir, at føroyingar hava mest álit á løgregluni og minst á politisku flokkunum. 72 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á Fróðskaparsetrinum
Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, stendur á odda fyri eini verkætlan, sum kannar fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi.
Í mai og juni mánaði varð kannað, hvussu stórt ella lítið álit føroyingar hava á ymsu stovnunum og myndugleikunum her á landi. Millum 7- og 800 fólk vórðu spurd, og tað er greiningarfyritøkan, Lóður, sum hevur savnað dáturnar inn fyri Setrið.
Fólk vórðu biðin um at viga síni svar og siga, um tey hava stórt, nokkso stórt, ikki serliga stórt ella einki álit á stovnunum og myndugleikunum á listanum, og ein svarmøguleiki var, at tey ikki vita.
Úrslitið er, at løgreglan hevur mest álit millum tey spurdu, síðani koma dómstólarnir, Fólkakirkjan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, fakfeløg, Búskaparráðið, Kringvarp Føroya, landsins stjórn, samkomur/fríkirkjur, Løgtingið, stórar fyritøkur, bankarnir, miðfyrisitingin, privatu miðlarnir og politisku flokkarnir.
Umframt at kanna álitið, sum fólk hava ella ikki hava á stovnum og myndugleikum, snýr kanningin seg eisini um miðlanýtslu hjá fólki, og hvussu stórt álitið er á ymisku fjølmiðlunum.
Hesi úrslitini vísa, at 77 prosent av teimum spurdu hava annaðhvørt stórt ella nokkso stórt álit á Kringvarpi Føroya, og 75 prosent brúka Kvf dagliga ella fleiri ferðir um dagin ella 3-5 ferðir um vikuna. Til samanberingar hava 86 prosent av teimum spurdu onki ella ikki stórt álit á upplýsingum, sum tey fáa frá facebook, men kortini brúka 88 prosent av teimum facebook dagliga ella fleiri ferðir um dagin ella 3-5 ferðir um vikuna.
Hetta vísir greitt, at álit og miðlanýtsla ikki altíð hanga saman.
Heini í Skorini, verkætlanarleiðari, sigur, at vit mangla systematiska gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og at brúk er fyri fleiri kanningum.
- Vit hava brúkt sama leist sum altjóða kanningin, World Value Survey. Og so hava vit tillagað onkrar spurningar til føroysk viðurskifti. Nú er ætlanin at hyggja nærri at, í hvønn mun Føroyar líkjast okkara grannalondum, sigur Heini í Skorini.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...