korona-mynd-1.jpg
04.07.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgju

Fólk mettu seg hava tað betri undir fyrstu koronubylgjuni. Tað vísir nýggj vísindalig grein, “Effects of the COVID-19-induced lockdown period on general well-being, perceived stress and activity levels in the Faroe Islands”, sum er útgivin í Scandinavian Journal of Public Health

Tey, ið hava skrivað greinina, eru Vár Honnudóttir, Anna Sofía Veyhe, Monika Mohr, Marin Strøm og Magni Mohr, og verkætlanin hevur verið eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið).

Í mars 2020 lótu Føroyar aftur, tí at koronfarsóttin fór at ganga. Tað, at alt samfelagið fór niður í ferð, og at gerandisdagurin broyttist nógv fyri flestu føroyingar, kann hava havt stóra ávirkan á fólkaheilsuna. Úti í heimi vísa kanningar, at avmarkingarnar vegna koronu hava havt sera neiligar fylgjur fyri heilsu, trivnað, sálarliga heilsu og hvussu virkin fólk vóru.

Táverandi Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið) gera fjórðahvørt ár stórar fólkaheilsukanningar fyri at kanna heilsu, trivnað og sjúku hjá vaksnum føroyingum. Ein nýggj fólkaheilsukanning “Hvussu hevur tú tað?” varð send út í november 2019, bara nakrar fáar mánaðir áðrenn, at fyrsta koronubylgja var í Føroyum. Av hesum sama varð ein nýggj fólkaheilsukanning send út, beint áðrenn Føroyar lótu uppaftur síðst í apríl 2020. Hesar báðar fólkaheilsukanningar geva sostatt ein heilt serligan møguleika at kanna, um koronu-“lockdown” hevði fylgjur fyri heilsuna og trivnaðin hjá føroyingum.

Úrslitini í greinini vísa eina aðra mynd enn hana, ið sæst í øðrum londum. Úrslitini vísa nevniliga, at tað vóru fleiri føroyingar, ið mettu sína heilsustøðu at vera góða undir “lockdown” enn áðrenn “lockdown”. Somuleiðis vóru tað fleiri, ið mettu, at teirra lívsvirði var gott ella sera gott hetta tíðarskeiðið samanborið við kanningina frá 2019. Tað vóru ikki færri fólk, ið mettu seg vera strongd undir fyrstu koronubylgju, men sjálvt tann bólkurin, ið hevði eitt høgt strongdarstig, metti sína heilsustøðu at vera betri undir koronu-“lockdown” enn áðrenn.

Í bæði fólkaheilsukanningini frá 2019 og 2020 vóru spurningar við um, hvussu virkin fólk vóru í mun til ABC fyri sálarliga heilsu. ABC fyri sálarligari heilsu er ein granskingargrundað verkætlan, ið hevur til endamáls at fremja sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá borgarum í Føroyum við trimum einføldum og jaligum boðskapum, ið eru: (ver virkin) á ymiskan hátt (likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga), ver partur av einum felagsskapi (ver saman) og ger ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin (ver hugbundin).

Ein størri partur av tí føroyska fólkinum vóru meira likamliga, sálarliga og andaliga virkin í fyrstu koronubylgju, samanborið við fólkaheilsukanningina frá 2019.

Okkara úrslit benda tískil á, at fólk fingu tað betri, tá samfelagið fór niður í ferð. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at vit finna jaligar fylgjur av koronu-“lockdown” á heilsustøðu, tá onnur lond finna tað øvugta. Frágreiðingarnar kunnu vera mentanarligir munir, hvussu álitið á heilsuverk var og handfaring av koronufarsóttini. Ein onnur møgulig frágreiðing, at fleiri fólk mettu sína heilsu og sítt lívsvirði at vera betri undir koronu-“lockdown”, kann vera, at tá samfelagið fór niður í ferð, fingu fólk ein støðg í tí vanliga gerandisdegnum og fingu meira tíð at raðfesta at gera góð ting fyri sína heilsu, so sum at vera meira likamliga, sálarliga og andaliga virkin, sum úrslitini í greinini vísa.

Greinin er her.