MFS bjóðar til Vitan 2012
Komandi mikudag 18. juli bjóðar MFS øllum áhugaðum at koma til Vitan 2012, sum verður á fabrikkini hjá Østrøm og byrjar kl 10.
VITAN stendur av kjakfyrilestrum, har fokusøkið er vitan. Vitanarsamfelagið er framtíðin, og MFS vil vera við til at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum.
Hetta er annað árið at VITAN er, og fokusøkið er aftur breitt í ár.
Vitan 2012 verður um millum annað “Íverksetan”, har Hans Fróði Hansen og Johan Fagradal fara at geva út av sínum royndum og ætlanum.
Annar spurningur, sum verður viðgjørdur, er umstøðurnar hjá maskinmeistaraum og elektrikarum, sum fara uttanlands at arbeiða. Her fara Vinnuháskúlin og Føroya Handverksmeistarfelag at greiða frá.
Eftir døgurðasteðg verður evnið “Akademia í Føroyum” viðgjørt. Hetta evni verður tikið upp, tí at serliga nógv kjak hevur verið um útbúgving og akademikarar. MFS vil altíð virka fyri útbúgving í Føroyum, og vil tískil eisini fáa greiðu á, hvussu støðan er í Føroyum. BLF, felagið fyri búskapar- og løgfrøðingar, fer at greiða frá støðuni í Føroyum. Erika Hayfield, sum hevur royndir í tí privata, og sum nú arbeiðir fyri Vinnumálaráði, kemur eisini at hugleiða.
Síðsti fyrilesturin er um, hvussu delfinir kunnu brúkast í viðgerð fyri børn við menningartarni. Hetta eru týskarar, sum hava roynt og ment eina viðgerð, sum vísur áhugaverd úrslit.
Við hesum vil MFS bjóða øllum áhugaðum at koma til Vitan 2012 og luttaka í einstakum ella fleiri fyrilestrum, sum verða í Østrøms Fabrikk, mikudagin 18. juli, og byrjar kl 10.
Vitan 2012 er ókeypis og dyrnar eru opnar allan dagin.
Møguleiki er fyri at síggja fyrilestrarnar frá í fjør á heimasíðuni hjá MFS ella á Youtube.
MFS
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...