Anna K. Matras
08.03.2011
Skriva út

MFS Seturskafé á Hvonn

Eitt heilt vanligt tiltak uttanlands er Seturskafé. Her hittast lesandi til hugnaligt prát, oftast fríggjadag seinnapart. Á hendan hátt mennist eitt livandi lestrarumhvørvi. Eisini í Føroyum hava lesandi høvi til at hittast á Seturskafe, her á Hvonn í Tórshavn, hvønn fríggjadag frá kl 14 til kl 17. Tá verður givin avsláttur til tey lesandi.


Tær komandi seks vikurnar fer MFS at luttaka á hesi Seturskafé. Hvønn fríggjadag frá kl 15:30 til 16:30 fara tey at hava eitt prát við eitt politiskt ungmannafelag. Prátið fer at snúgva seg um útbúgving og um, hvørja støðu tey politisku ungmannafeløgini hava til útbúgving og tað, ið har hoyrir til. Fyrsta tiltakið verður komandi fríggjadag 11.mars 2011. 

Møguleiki verður eisini fyri at fáa eitt prát við MFS-nevndina og at tekna seg sum lim í MFS. Limaskapur er ókeypis.

Tey, ið manna MFS-Føroya nevndina, eru:

Teitur Vágadal

formaður

Maria í Skorini

varaforkvinna

Guðrið S. R. Poulsen

skrivari

Pætur Vágadal Joensen

nevndarlimur

Rita Dam Simonsen

nevndarlimur

Johann J. Petersen

nevndarlimur