Mikrolegat til lesandi: Umsóknafreistin útsett
Skriva út

Mikrolegat til lesandi: Umsóknafreistin útsett

Fonden for Entreprenørskab Føroyar hevur útsett úmsóknarfreistina til 19. mai


Í samstarvi við Norðurlandaráðið veitir Fonden for Entreprenørskab, Føroyar, eitt Mikrolegat til lesandi á miðnám ella hægri útbúgving, sum ynskja at stovna egið virki.

Freistin at søkja var upprunaliga 10. mai, men grunnurin boðar í tíðindaskrivi frá, at umsóknarfreistin er útsett til 19. mai.