Millum mussarnar
17.02.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Millum mussarnar

Í dag byrja sýningarnar um kærleika og forelskilsi, sum annað árs læraralesandi á kreativu breytini á Námsvísindadeildini standa fyri.


Talan er um eina framførslu av søgum og sangum tey sjálvi hava sett saman, og sum tey kalla Millum mussarnar.

Ein partur av kreativu breytini er “Framførsla – lær at standa fram”. Í ár eru tey 7 lesandi í bólkinum. Framførslan er samansett av styttri søgum og sangum um kærleika, frá ymiskum tíðarskeiðum og úr ymiskum sjónarhornum. Viðgjørd verða fleiri evni og millum tey eru at gerast upp á vegin, biograftúrar og forelskilsi, søgur úr gomlum døgum um kærleika og so tað ikki at kenna til kærleika.

Framførslan Millum mussarnar er ætlað ungum fólki í 7. – 9. flokki og hesa vikuna, dagarnar frá 17. til 21. februar, fara tey at hava 5 framførslur fyri næmingum í fólkaskúlanum.

Súsanna Torgarð hevur verið gestalærari. Hon hevur verið leikstjóri, og hevur eisini havt raddarvenjing og lagt teimum lesandi lag á við handritinum. Eisini hava tey fingið tveir tónleikarar at spæla undir. Teir eru Arnbjørn Sivertsen á guitar og Hilmar Joensen á harmoniku.

Í komandi viku, eftir at framførslurnar eru lidnar, fara tey 7 lesandi, við útgangsstøði í arbeiðsgongdini, undir at skriva próvtøkuuppgávu um evnið. Tað eru tey bæði Noomi í Dali og Sjúrður Hansen, sum undirvísa á kreativu breytini.

Tær 7 lesandi  sum eru í bólkinum eru:

  • Vibeka Michaelsdóttir
  • Alice Tausen
  • Súsanna Brekku
  • Ruth Norðgerð Sevdal
  • Hallfríð Hammer í Hjøllum
  • Anja Holm
  • Vígdis Berg