Jacobina Kristiansen granskari (2).JPG
Brynhild Thomsen
12.12.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

- Mín gransking fer vónandi at hjálpa sjúklingum

Jakobina Kristiansen frøist.

Hon hevur júst fingið fígging til sína granskingarverkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku.

- Játtanin frá Sjúkrakassagrunninum er altavgerandi fyri, at mín ph.d.-verkætlan kann røkka fram á mál, sigur granskarin

- Økið er ikki væl kannað áður, og fer mín verkætlan at vísa, at langtíðarvenjing bøtir um blóðstorknan og bruna hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku, so kann tað merkja, at hesin sjúklingabólkurin fer at fáa varandi tilboð um vegleidda venjing. Hetta hevur stóran týdning fyri tann einstaka sjúklingin, men eisini fyri samfelagið, tí sjúklingurin sleppur undan at verða innlagdur so ofta og fær betri lívsgóðsku.

Tað sigur Jacobina Kristiansen, granskari, sum júst hevur fingið játtað kr. 816.745 krónur til sína ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum. Verkætlanin eitur ”Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku”.

Hví gera hesa verkætlanina?
Jacobina Kristiansen greiðir frá, at gransking hevur víst, at sjúklingar við hjartaæðrasjúku, ið venja regluliga, hava færri innleggingar á sjúkrahúsi, doyggja minni sannlíkt av hjartaæðrasjúku og hava størri lívsgóðsku, samanborið við tey, sum ikki venja regluliga.

- Men hví so er, er enn ógreitt. Økt blóðstorknan og bruni (inflammation) í æðravegginum hava týðandi leiklut í blóðtøppagerðini, og tí er umráðandi at kanna nærri, hvussu hetta ávirkast av langtíðarvenjing hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku, sigur hon.

Lutakast um hvør skal venja
150 sjúklingar við hjartaæðrasjúku vera við í verkætlanini hjá Jakobinu Kristiansen. Helvtin skal venja regluliga í tríggjar mánaðir, og hin helvtin skal bara gera, sum vanligt. Hetta verður avgjørt við lutakasti. Blóðroyndir verða tiknar regluliga við mátingum av blóðstorknan og bruna í blóðinum.
- Vónandi kann eg avdúka mekanisurnar, sum gera seg galdandi hjá hjartasjúklingum, sum venja regluliga. Hetta kann hava við sær, at sjúklingar við hjartaæðrasjúku fáa varandi tilboð um vegleidda venjing á sama hátt sum medisinsk viðgerð verður givin. Endamálið er jú at at bøta um útlitini og lívsgóðskuna hjá øllum sjúklingum við hjartaæðrasjúku, sigur granskarin, sum fegin sendir Sjúkrakassagrunninum ein takksaman tanka.

- Játtanin frá Sjúkrakassagrunninum er altavgerandi fyri, at eg kann fara undir mína ph.d.-verkætlan rættstundis og fáa arbeiðið frá hondini, sum ætlað. Hetta er eitt øki, sum eg brenni fyri, og vónandi kann tað koma fleiri øðrum til góðar, sigur Jakobina Kristiansen.

Mynd: Ein glaður granskari uttan fyri Landssjúkrahúsið í dag. Jakobina Kristiansen hevur júst fingið stóra fígging til gransking, sum hon brennur fyri