Mini-skeið í PCB-kanningum
26.05.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Mini-skeið í PCB-kanningum

Hevur tú hug at vita, hvussu PCB-kanningar kunnu gerast við tóli, sum er á iNOVA á Hoyvíksvegi í Tórshavn?


Høvi verður at kunna seg um gasskromatografi við tandemmassaspektrometri sum kanningarhátti tann 1. juni 2018. Tá kemur Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlislívfrøði, at greiða frá um kanningarháttin, sum verður brúkur til at kanna PCB og dioksin.

Hvar:
Fróðskaparsetur Føroya, Sjóvinnuhúsið, høli U407
 
Nær:
1. juni kl 13 - 16,
sama dag sum Mentanarnáttin 2018 er.

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava nakað av skili fyri evnafrøðiligum kanningum, men øll eru vælkomin at koma at lurta.

Skrá:
kl 13:00 Hvat snýr verkætlanin “PCB í fiski” seg um. Introduktión við verkætlanarleiðara Mariu Dam, deildarleiðara á Gransking, Umhvørvisstovuni.
kl 13:20 Kanningarhátturin GC-MS/MS, gasskromatografi við tandemmassaspektrometri. Svein-Ole Mikalsen, professari á Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya.
kl 16:00 Miniskeiðið endar.

Skeiðið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Fyriskipari er verkætlanarbólkurin, sum stendur fyri at fáa sett í verk “PCB og dioksin-kanningar í fiski”. Verkætlanin verður stuðlað av luttakandi stovnum og virkjum, og Fiskivinnugransking.