Setursskrivstovan
14.10.2010
Skriva út

Minnast og gloyma í Norðuratlantshavi

23. november verður skipað fyri ph.d. seminari og serligari framsýning: "Memory and Forgetting in the North Atlantic - Imagological and Postcolonial Perspectives" í Keypmannahavn.


Hetta ph.d. seminarið er um serliga føroyska og norðuratlantiska minnismentan og verður 23. november 2010 á Institut for Kunst og Kulturvidenskab á Københavns Universitet.

Skeiðið er opið fyri øll og er ókeypis. Áhugað og granskaralesandi kunnu melda seg til áðrenn. Onnur kunnu eisini við telduposti boða frá, at tey koma: kimsimon@ruc.dk

Stuðlað hava Dansk-Færøsk Kulturfond og KLIK.

Les meiri um seminarið:
cds.hum.ku.dk/courses/other_arrangements/

Hesi skipa fyri seminarinum:

   Kim Simonsen  PhD Fellow and Mag.art, European Cultural Studies, Roskilde University
   Ann-Sofie Nielsen Gremaud  PhD Fellow and MA, Department of Arts and Cultural Studies,
   University of Copenhagen

og

   Ole Wich listamaður skipar fyri framsýningini.