Minningarorð: Patricia L.Conroy (1941 - 2012)
Patricia L. Conroy røkti starvið sum lektari í Norðurlendskum og føroyskum bókmentum á FMD lestrarárið 1981-1982
Patricia L. Conroy, Associate Professor Emerita, doyði stillisliga sunnudagin 4. mars í ár, meðan góðir vinir og næstrafólk vóru um hana. Hon gjørdist 70 ára gomul. Hon var fødd í 1941 í Dayton, Ohio. Pat, sum hon helst vildi verða nevnd millum vinir og kenningar, men Patricia, sum vit nevndu hana her, vaks upp í New Jersey. Við sínum góðu evnum at læra las hon fyrst læknafrøði á Rutgers University, har fór hon eisini at lesa Norðurlendskar bókmentir, og eftir lokið prógv í læknafrøði í 1963 fór hon til Íslands at kunna seg meir við íslendskar bókmentir. Hon vann sær pening til lívsins uppihald við at arbeiða á sjúkrahúsi í Reykjavík sum laborantur, og í fríløtum tók hon skeið og las íslendskt mál og bókmentir, serliga eldri íslendskar bókmentir.
Á sumri 1965 fór Pat til Danmarkar og lærdi seg danskt og danskar bókmentir á Fólkaháskúlanum í Rødding í Suðurjútlandi. Hon fór síðani at lesa norðurlendskt á Københavns Universitet í eitt ár, samstundis sum hon arbeiddi sum náttarvaktar sjúkrarøktingarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum. Umframt málfrøði las hon tá danskt mál og bókmentir, eddukvæði og føroyskt mál og bókmentir. Í 1966 helt hon fram við lestrinum í norðurlendskum máli og bókmentum á Scandinavian Studies við University of California, Berkeley. Har tók hon M.A.-prógv í donskum máli og bókmentum og norrønari málfrøði í 1968.
Á sumri hetta sama árið gjørdi hon sína fyrstu lestrar- og granskingarferð til Føroyar og fór síðan at skriva ph.d.-ritgerð um føroysk kvæði og kvæðasiðvenju. Í hesum sambandi gjørdi hon aftur eina savningar- og granskingarferð til Føroyar veturin 1971-1972. Hon varð liðug við doktararitgerð sína “Faroese Ballads and Oral-Formulaic Composition” og vardi hana í 1974. Men longu í 1972 tók hon við starvi sum Acting Assistant Professor við Scandinavian Studies á University of Washington. Í hesum starvi varð hon við doktararitgerð sínari flutt fram til Assistant Professor í 1974, og sum tann ágrýtni granskarin og greinskrivarin varð hon við øðrum vísindaritgerðum flutt fram til Associate Professor í 1980.
Conroy professari undirvísti í miðaldarbókmentum og norðurlendskari mýtologi, málfrøði og ritverkinum hjá H. C. Andersen. Umframt doktararitgerð sína um føroysk kvæði og skaldskap av mannamunni, greiddi hon til prentingar í 1977 Ballads and Ballad Research, an anthology of selected papers from the International Conference on Nordic and Anglo-American Ballad Research, sum University of Washington gav út í 1978. Saman við starvsfelaga sínum Sven H. Rossel ritstjórnaði hon Tales and Stories by Hans Christian Andersen (1980) og The Diaries of Hans Christian Andersen (1990), sum báðar vórðu útgivnar av the University of Washington Press. - Conroy professari var virkin limur í “Society for the Advancement of Scandinavian Study”, “the International Congress on Medieval Studies” og “the Modern Language Association”.
Hon var eisini virkin limur í Føroya Fróðskaparfelag og hevur skrivað frøðigreinar um føroysk kvæði, serliga um Sandoyarbók og kvæðasavnarar í Fróðskaparrit og somuleiðis í Varðan og í ARV, Scandinavian yearbook of folklore. Í bókaverkinum A History of Danish literature 1992, Faroese literature / W. Glyn Jones, skrivaði hon: The preliterary period: 800-1850.
Patricia L. Conroy tosaði danskt, íslendskt og føroyskt eins væl og sítt móðurmál. Síðani hon á fyrsta sinni vitjaði í Føroyum í 1968, kom hon fleiri ferðir aftur at vitja og granska í føroyskum kvæðum og øðrum bókmentum. Veturin 1971-1972, tá hon savnaði sær tilfar til doktararitgerð sína, búði hon eina tíð í Sumba og gjørdi virðismiklar upptøkur av kvæðum, kvøðing og kvæðamentan, sum hon læt Føroyamálsdeildini eintak av.
Í 1981 fekk hon farloyvi í eitt ár frá starvi sínum sum professari við University of Washington og søkti starv á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon røkti starvið sum lektari í Norðurlendskum og føroyskum bókmentum lestrarárið 1981-1982 hjá teimum ið tóku exam.art. í Norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum í 1983. Hon var góður og nærlagdur lærari og høgt í metum hjá studentum og starvsfeløgum.
Við fyrilestrinum Min gode ven Jóannes í Króki, sum er prentaður í Fróðskaparritum 42. bók, tók hon lut í kvæðaráðstevnu heima á Sandi 30. juni til 3. juli 1994, tá ið 200 ár vóru liðin, síðani kvæða- og vísusavnarin Jóannes í Króki varð føddur, og minnisvarði um hann varð avdúkaður. Hon vitjaði aftur í Føroyum einar tvær ferðir eftir hetta. Seinastu tíðina, beint áðrenn hon andaðist, verður sagt, at hon arbeiddi við eini ritgerð og granskaði í føroyskari kvæðamentan.
Hóast Patricia búði og virkaði fjart frá okkum, høvdu vit samband við hana, og í Føroyum fara fleiri at sakna hesa vinsomu, virknu og fróðu kvinnu.
Vit eru takksom fyri, at hon kom á okkara leið og ásanna, at við henni er ein sannur føroyavinur farin.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...