Minningarorð um Alyson Bailes
01.05.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Minningarorð um Alyson Bailes

Fríggjakvøldið andaðist Alyson Bailes, 67 ára gomul


Fríggjadagin 29. apríl 2016 doyði føroyavinurin Alyson Bailes. Síðani hon fyrstu ferð var og undirvísti á Søgu- og Samfelagsdeildini í uttanríkispolitikki heystið 2009, hevur hon vitjað aftur á hvørjum ári. Í hópinum av vísindagreinum, sum hon hevur skrivað, eru eisini greinir um Føroyar og Arktis.

Ein av teimum granskingarverkætlanum, sum hon fekk í lag, er NBSS (Nordic/Baltic Small States), sum fekk fígging frá NOS-HS í 2011-2013. Luttakarar vóru frá Fróðskaparsetrinum og Háskóla Íslands, frá universitetunum Nuuk, Stavanger, Keypmannahavn, Vilnius, Riga og Tallinn. Verkætlanarevnini vóru búskapar-, trygdar- og samleikapolitikkur. Alyson Bailes var sera upptikin av, at føroyingar mugu seta sjóneyka á sín trygdarpolitikk – í breiðari merking. Hon hevur lagt grundarlag, sum vit kunnu byggja víðari á.

Alyson Bailes livdi bara í 67 ár, men fekk eitt sjáldsama ríkt lív. Sum blaðung varð evnaríka gentan rekrutterað til bretsku uttanríkistænastuna. Hon hevði serligt oyra fyri máli og lærdi ungarskt, tá ið hon var á bretsku sendistovuni í Budapest eitt skifti undir kalda krígnum. Haðani gekk leiðin til Bonn.

Tá ið bretar seinast í 1980unum høvdu brúk fyri fólki í sambandi við samráðingar um Hong Kong, var tað hon, sum varð sett at læra kinesiskt – ikki fyri sjálv at føra samráðingar, men fyri at sita og lurta, hvat kinverjar søgdu sína millum.

So gekk leiðin til Norðurlond. Hon var á sendistovuni í Oslo í 1990unum og lærdi norskt har. Í 2000-2002 var hon bretskur sendiharri í Helsinki og lærdi seg finskt, og í 2000-2007 var hon stjóri á friðargranskingarstovninum SIPRI í Stockholm. Haðani gekk leiðin til Háskóla Íslands, og óneyðugt at siga, so lærdi hon seg íslendskt. Har arbeiddi hon heilt til krabbasjúkan varð so ring nú í vetur, at hon ikki longur kundi at ferðast millum lond.

Alla tíðina hevði hon tætt samstarv við stovnar, sum fáast við spurningar um altjóðapolitikk og trygd, eitt nú sum ráðgevi og fyrilestrahaldari í ES, NATO, College of Europe o.s.fr. Seinastu árini var tað ikki bara stórpolitikkur í stórum londum, sum hevði hennara áhuga. Hon leitaði eisini aftur til røturnar, tí hon skrivaði fyri og var ráðgevi hjá skotsku loysingarrørsluni.

Tað var kanska hesin partur av henni, sum gjørdi hana so góða við Føroyar aftan á fyrstu vitjanina í 2009? Hon lærdi seg føroyskt, og tað var serliga við at lurta eftir tónleikabólkinum Týr. Tær pláturnar vóru altíð frá í bilinum.

Alyson var sjáldsama vinsæl og blíð. Netverkið var stórt, men hvør einstakur okkara helt seg hava hennara serliga áhuga. Hon bjóðaði døgurða í Reykjavík, vit fingu long handskrivað jólabrøv, og so rósti hon okkum.

Vit fara at sakna Alyson!

Beinta í Jákupsstovu