Minningarorð um Arna Nørrevang
19.06.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Minningarorð um Arna Nørrevang

Arne Nørrevang andaðist mánadagin 17. juni 2013. Hann var føddur í Fasterholt í Jyllandi tann 10. juli í 1933, og manglaði sostatt fáar dagar í at gerast 80 ára gamal.


Arne tók nýmálsligt studentsprógv í 1952, mag. scient. prógv í 1960, og vardi dr. phil.- ritgerð í 1965. Hann bleiv amanuensis við Keypmannahavnar Universitet í 1960, lektari í 1965 og docentur frá 1965 til 1983.

Í 1983 flutti Arne til Føroya, har hann kom í starv sum lektari á Føroya Læraraskúla. Í 1986 fór hann í starv á Føroya Náttúrugripasavni, og í tíðarskeiðinum frá 1988 til 1997 var hann leiðari fyri BIOFAR-verkætlanini, har hann var við til at knýta sambond millum vísindafólk víða um lond.

Arne hevði sítt fyrsta tilknýti til Fróðskaparsetrið miðskeiðis í 1970-unum, men eftir at hann flutti til Føroya í 1983 øktist sambandið við Setrið. Í 1987 varð hetta formaliserað við, at hann bleiv tilnevndur uttanseturslektari í lívfrøði, og hann kom harvið m.a. at seta sín dám á eina nýggja bachelorútbúgving í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Arne umboðaði uttanseturslektararnar í leiðsluni fyri Náttúruvísindadeildina (megindeildarráðnum), og var í 1998 ovasti leiðari fyri Setrið sum valdur rektari. Í januar 1995 gjørdist Arne professari í lívfrøði á Setrinum, og hetta starvið røkti hann til hann fór frá vegna aldur í 2000.

Arne var hálvur fuglfirðingur, og hann greiddi viðhvørt frá tíðini, tá hann sum smádrongur og hálvvaksin ferðaðist hjá familjuni í Føroyum og var við í tí føroyska dagligdegnum eins og aðrir smádreingir ella unglingar. Kanska hava vitjanirnar í Føroyum verið við til at birta hugin fyri náttúruvísindum, m.a. áhugan fyri fuglalívinum. Mong munnu kenna bók hansara ”Úr bjargasøguni”, ið lýsir aldargamlar siðir í samband við føroyska fuglaveiðu. Longu sum 17-18 ára gamal hevði hann sínar fyrstu greinir um fugl í Dansk Ornitologisk Forenings Tidsskrift, har ein teirra júst snúði seg um fugl í Føroyum. Arne hevði skrivað 9 greinir (á donskum og týskum máli) um fugl áðrenn hann tók studentsprógv, harav 6 snúði seg um fugl í Føroyum. Magistara ritgerðin í 1960 snúði seg um djórafrøði við fugli sum serøki.

Men eftir 1963 fór Arne at arbeiða meiri við ”mikroskopisku” pørtunum av lívfrøðini, og stóran part av tíðini hevur hann gjørt anatomiskar rannsóknir av ymiskum ormasløgum. Doktararitgerðin frá 1965 var ein kyknufrøðilig kanning av, hvussu egg hjá einum pylsuormi, Priapulus caudatus Lamark, útviklaðu seg, og fyri at kunna avdúka tað fekk hann atgongd til at brúka mest framkomnu mikroskop (elektronmikroskop), sum tá vóru á Institut for Almen Zoologi á universitetinum í Keypmannahavn.

Listin við vísindaligum útgávum hjá Arna er langur, og nógvar eru tilvísingarnar til greinir hansara, eisini í lærubókum. Hansara sterki fakligi førleiki hevði eisini við sær, at hann varð biðin um at vera við til at meta um førleikar hjá umsøkjarum til vísindastørv á øllum stigum og at vera andmælingur til verjur av fleiri doktararritgerðum.

Aftrat sínum vísindaliga arbeiði hevur Arne havt fleiri álitisstørv, har tørvur hevur verið á hansara fakliga innliti. Nevnast kann t.d., at hann hevur verið ritstjóri á Dansk Ornitologisk Forenings Tidsskrift og á Zoologischer Anzeiger, og høvuðsritstjóri á 12-binds verkinum Danmarks Natur, sum kom út frá 1967 til 1972 og í endurskoðaðari útgávu 1979-81. Eitt av bindunum er um Føroyar. Arne hevur eisini verið við til at gera populervísindaligt tilfar so sum greinir í dagbløðum og sjónvarpsfilmar um Føroyar og føroyskt fuglalív, og um botndjóralívið í føroyskum sjógvi. Av føroyskum nevndarsessum kann nevnast limaskapur hansara í Oljuráðleggingarnevndini, ið varð sett í 1992.

Í 1981 var Arne fyrstu ferð uppkallaður í djóraheiminum. Tá hevði hann verið við til at finna eitt dýr, sum vísindin ikki visti um frammanundan. Dýrið bleiv kallað Batillipes noerrevangi. Ikki er dýrið stórt, nakrar tíggjundapartar av einum millimetri til longdar og breiddar, men tað er sjálvandi stórt at at vera við til at avdúka dýr í djóraheiminum, sum ongin frammanundan veit um. Í BIOFAR-verkætlanini vórðu fleiri smádýr funnin á havbotninum kring Føroyar, sum ongin visti um frammanundan, og fleiri av teimum eru uppkallað eftir Arna. Slíkur heiður er bert tillutaður fáum vísindafólkum.

Ærað veri minnið um vísindamannin Arna Nørrevang.

Hans Pauli Joensen