02.03.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Minningarorð um Dorete Bloch

Dorete Bloch Danielsen andaðist 28. februar 2015. Hon var fødd 14. juni 1943 í Rungsted, Hørsholm.


Dorete var útbúgving cand. scient. í djórafrøði (zoologi) á Århus Universiteti í 1970. Í 1994 vardi hon doktararitgerð sína um grindahval í Norðuratlantshavi.

Dorete kom í starv á Fróðskaparsetrinum sum lektari í lívfrøði á heysti í 1974. Hon var einsamøll lívfrøðingur á Setrinum, og hevði ábyrgd av lívfrøðiundirvísingini, ið tá var bjóðað á eini tvey ára tvørvísindaligari náttúruvísindaligari støðisútbúgving, ið gav atgongd til framhaldandi lestur á donskum universitetum.

Í 1980 varð Føroya Náttúrugripasavn skipað í tríggjar deildir, og Dorete kom tá at starvast bæði á Setrinum og á Náttúrugripasavninum. Í hesum lá m.a., at hon framhaldandi hevði óbroytta undirvísingarskyldu í lívfrøði á Setrinum, meðan granskingin mest var á Náttúrugripasavninum. Henda skipan helt fram til 1989, tá Náttúrugripasavnið fekk egna játtan til lívfrøðing á Djóradeildini, og Setrið fekk annan lívfrøðing fulla tíð í starv hjá sær. Dorete var í mong ár leiðari á Føroya Náttúrugripasavni.

Miðskeiðis í 1980-unum fór Setrið undir at fyrireika bachelorútbúgvingar – m.a. í lívfrøði. Fyrstu bachelorarnir fingu prógv í 1989. Dorete var ein av akkerspersónunum í bachelorútbúgvingini í lívfrøði heilt frá byrjan. Hon hevði eina breiða lívfrøðiliga vitan, sum var Setrinum og lesandi til stórt gagn.

Dorete var ein kveikjandi undirvísari. Tað varð endurspeglað av, at hon var ein góður granskari. Tað er umráðandi fyri tey lesandi, at samanhangur verður knýttur millum gransking og undirvísing, og Dorete dugdi væl at samantvinna hesi. Hon hevur givið mongum lesandi íblástur til at taka hægri útbúgving innan lívfrøði.

Sum flestum kunnugt hevur Dorete staðið á odda fyri fjølbroyttari gransking. Eitt av tí fyrsta, ið hon fór undir at kanna, tá hon kom á Setrið í 1970-unum, var tann føroyska haran. Dorete man vera best kend innan hvalagransking, har hon m.a. fekk nógvar virdar granskarar at luttaka í kanningum av grindahvali í 1980-unum. Eitt sterkt altjóða vísindaligt netverk varð bygt upp í sambandi við grindakanningarnar.

Dorete legði stóran dent á at miðla sína gransking við vísindaligum útgávum. Hinvegin gav hon eisini á ymiskan hátt almenninginum innlit í sína gransking, t.d. tá hon fyrst í 2000-árunum var við til at fáa radiosendarar settar á grindahvalir, soleiðis at bæði granskarar og almenningur kundi fylgja við ferðing teirra á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum. Í 2012 fekk hon Miðlaheiðurslønina, ið verður latin granskara, ið dugur at miðla sína gransking á ein lætt fatiligan hátt.

Tá ræður um Dorete og vísindaligar útgávur kemst ikki uttan um at nevna hennara stóra arbeiði við at fáa tvørvísindaliga tíðarritið Fróðskaparrit regluliga út. Tað er ikki at ganga nøkrum ov nær at siga, at Dorete sum ritstjóri á ritinum hevur høvuðsæruna av, at Fróðskaparrit er komið út so leingi. Fróðskaparrit nr. 61 er júst útkomið, har ritstjórarnir eru Dorete Bloch Danielsen og Elin Súsanna Jacobsen.

Fyrst í 2000 árunum setti Setrið eina skipan í verk við m.a. adjungeraðum professarum. Hesi eru fólk frá øðrum granskingarstovnum, ið hava ábyrgd vegna Setrið av fakum ella fakøkjum, har Setrið ikki sjálvt hevur fólk í føstum starvi, og er skipanin við til at tryggja, at undirvísingin á Setrinum er granskingargrundað. Ein adjungeraður professari skal lúka somu føleikakrøv, sum verða sett til aðrar professarar á Setrinum. Sum ein av teimum fyrstu varð Dorete knýtt at Setrinum í 2001 sum adjungeraður professari í djórafrøði.

Fróðskaparsetrið hevur havt nógv og gott samstarv við Dorete ígjøgnum árini, og tað minnast vit við virðing og takksemi. Við sínum ídna vísindaliga arbeiði hevur hon lagt virðismiklan vitanararv eftir seg.

Ærað veri minnið um Dorete Bloch Danielsen.

Hans Pauli Joensen