10.12.2009
Skriva út

Minningarorð um Jákup Thorsteinsson

Søgufrøðingurin Jákup Thorsteinsson, dr. phil. farin.


Fyrr í ár, tá eg skuldi út í Kastrup á veg til Føroya, rendu Jákup Thorsteinsson og eg mestsum saman. Hann kom við fullari ferð upp úr metrostøðini á Kongens Nytorv og eg var á veg niðureftir til tokið til Kastrup.

Tað var nakað síðani vit hittust seinast, so vit steðgaðu á fyri at práta. Eg var farin avstað í góðari tíð og hevði stundir, so vit avgjørdu at seta okkum við eitt borð á eini útiservering á Kongens Nytorv og drekka ein kopp av kaffi saman.

Jákup Thorsteinsson var spelkin, í góðum lag og var væl fyri í allar mátar. Tað var søgufrøðin og granskingin, sum lá honum fremst í huganum. Hann var henda dag á veg til Kongaliga Bókasavnið, har hann brúkti nógva tíð í sambandi við at hann skrivaði søgu Tjóðveldisfloksins. Men hatta var ikki bert um Tjóðveldisflokkin, men eisini um føroysku søguna, greiddi hann frá. Handritið var nú yvir 1000 blaðsíður og enn var nógv eftir. Hann segði, at hann var sera fegin um  at búgva í Keypmannahavn og hava teir granskingarmøguleikar, sum hann hevði á skjalasøvnunum og bókasøvnunum har.

Tað gleddi meg at síggja Jákup Thorsteinsson so væl fyri og so arbeiðshugaðan. Eftir kaffimunnin søgdu vit hvørjum øðrum farvæl og fóru hvør sína leið. Lítið grunaði eg tá, at hetta kom at vera seinasta ferð, at eg hitti Jákup Thorsteinsson. Tað kom tí dátt við, tá eg frætti, at hann andaðist tann 22. november. Hann varð kórsettur í Sundby Kirke á Amager, leygardagin tann 28. november.

Jákup Thorsteinsson var føddur 19. februar 1943 og var sostatt bert 66 ára gamal, nú hann andaðist. Hann var útbúgvin sum cand. mag. í søgu og donskum frá universitetinum í Keypmannahavn. Hann kom í mong ár at vera studentaskúlalærari í Hoydølum. Og var hann í starvi har til hann gjørdist deildarstjóri í Landsstýrinum í 1990 og hann arbeiddi í Mentamálaráðnum til hann fór frá við eftirløn 60 ára gamal, tí hann vildi brúka ta tíð, sum hann hevði til at granska í.

Granskingin lá frammarlaga í huganum hjá Jákupi Thorsteinsson og tað, at hann skúlaárið 1987-88 var hann so heppin at fáa granskingarstyrk frá Fróðskaparsetri Føroya, gjørdi, at hann kundi brúka alla tíð sína til gransking eitt tíðarskeið. Tað setti veruliga ferð á søguligu gransking hansara.


Jákup Thorsteinsson var ein sera áhugaverd menniskja sum vildi nógv, hann hevði eisini stór gastronomisk áhugamál, men var á mangan hátt eitt complexio oppositorum.
Var sálarliga innrættaður soleiðis, at tað sum hann gjørdi, tað gjørdi hann við maner á ein hátt, so tað kundi verða ringt at fylgja við honum. Hann hevði heilt ómetaliga stór arbeiðsevni og arbeiddi bæði skjótt og væl. Tað, at hann eftir fáum árum longu í 1990 var liðugur at skriva eina akademiska søguliga ritgerð er eitt bragd. Skotbráið frá tí hann byrjaði til hann var liðugur var stutt, og so hevði hann eisini fult arbeiði afturat.

Doktararitgerðin Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834-1852 varð vard við Aarhus Universitet 14. desember 1990.
Et Færø som Færø er ein nágreinilig og sera væl dokumentera lýsing av støðuni hjá Føroyum í mun til Danmark frá 1834-1852. Hon er ikki bert høvuðsverkið hjá Jákup Thorsteinsson, men eisini høvuðsverkið um føroyska søgu hetta tíðarskeið.

Hóast Jákup Thorsteinsson frá 1990 var deildarstjóri og embætismaður við nógvum fyrisitingarligum arbeiði, so helt hann áfram at granska í síni frítíð. Hann fekk nógv av skafti, eitt nú skrivaði hann saman við Sjúrða Rasmussen eina frálíka grein um tað søguliga og løgfrøðiliga í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar í tí festskrifti sum var givið út á 150 ára degnum fyri donsku grundlógina.

Eisini hevur hann í einum granskingaráliti lýst støðuna hjá Føroyum undir kalda krígnum. Eisini eitt sera týdningarmikið arbeiði um føroyska søgu í nýggjari tíð. Eitt arbeiði sum hann og Sámal T.F. Johansen gjørdu saman. Tað er eisini nógv annað sum hann hevur lagt úr hondum, sum ikki er nevnt her, millum annað álit á mentanarøkinum av søguligum og mentanarsøguligum virði.

Jákup Thorsteinsson undirvísti eisini í fleiri ár í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, og var hann mettur at vera ein sera góður lærari, sum legði stóran dent á at læra sínar studentar at arbeiða metodiskt og við røttum søgufrøðiligum arbeiðslag.

Tað eydnaðist honum ikki at fáa stórverkið um Tjóðveldisflokkin og politisku søgu Føroya síðani 1948 á prent, men tað er at vóna at tað verður tikið um endan, so at Føroyar eisini fáa gagn av hesum. Eg haldi meg kenna Jákup Thorsteinsson so mikið væl sum granskara, at henda hansara seinasta søguskriving ikki bert verður nágreinilig, væl dokumenterað, heiðurlig og ein habil lýsing uttan skammrós av nøkrum slag. Tað lá Jákup Thorsteinsson fjart. Hann var ein heiðurligur granskari, sum hevði sín integriteti í lagi.

Heiðrað veri minnið um Jákup Thorsteinsson, søgufrøðing, dr. phil., ein gávuríkur granskari, sum alt ov tíðliga fór frá okkum. Ì samkenslu við teimum sum sita eftir.

Jóan Pauli Joensen