Jóhan Hendrik W. Poulsen áttati ár
Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini
20.12.2022
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Minningarorð um Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professara

“O, teir døkku, dimmu dagar fyri jól!” Hesar dagarnar, sum Mikkjal á Ryggi yrkir um, kenna vit øll so væl

Ja, sanniliga var hetta ein døkkur dagur til veður, tann 19. desember 2022, har dagsglæman neyvan skrímdist. Og døkkari gjørdist dagurin, tá ið frættist, at okkara fyrrverandi starvsfelagi, Jóhan Hendrik, var farin, 88 ára gamal. Nú var fjørðurin rógvin og árarnar lagdar inn. Væl vistu vit, at støðan hjá honum hevði verið vánalig eina tíð, og henni stóð ikki til bata.

Jóhan Hendrik var føddur í Sumba 20. juni 1934. Foreldur hansara vóru Niels
Winther Poulsen (1902-1990), ættaður úr Skopun, og Kristianna, f. Mikkelsen (1904-1985), av Tvøroyri. Faðirin var lærari í Sumba til 1940, tá ið hann gjørdist lærari í heimbygdini, Skopun. Jóhan Hendrik gekk barnaárini í skúla í Skopun. Í 1948 fór hann til Havnar at ganga í skúla og leyk studentsprógv í 1952. Eftir tað fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Las fyrst latín og enskt eitt skifti, men skifti síðan yvir til at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art.-prógv í 1966. Í 1960-62 las hann á lærda háskúlanum í Reykjavík. Eftir lokið prógv arbeiddi hann eitt ár á Árnasavni í Keypmannahavn við ta norrønu orðabókina. Í 1967-68 var hann lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois í USA.

Í 1968 byrjaði Jóhan Hendrik at arbeiða á Føroyamálsdeildini, og í 1972 varð hann settur í starv sum deildarstjóri og seinni lektari. 7. desember 1986 varð hann av Føroya løgmanni tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. 1. september 1997 varð hann eftir umsókn loystur úr starvi við eftirløn.

Jóhan Hendrik ritstjórnaði eykabindið til ta Føroysk-donsku orðabókina, sum kom út í 1974. Tá ið hann fór ígjøgnum tað stóra orðasavnið á Føroyamálsdeildini, gjørdist honum greitt, at tørvur var á at fáa svarað ótaldum spurningum um orð í savninum, skuldi tað verða møguligt at geva fullgóða lýsing av merking, nýtslu, framburði, útbreiðslu o.s.fr. Tá fór hann undir útvarpstáttin Orðabókina. Hann fór undir hesar sendingar 23. oktober í 1969. Tær vóru at hoyra 14. hvønn dag um veturin. Síðsta sending, sum var nr. 198 í røðini, varð send 26. apríl 1993.  Gjøgnum hesar sendingar er nógv málsligt tilfar komið undan kavi, tilfar, sum kanska annars ikki var funnið fram á, umframt nýggjar upplýsingar um orð, ið orðasavnið hevði ov lítla vitan um. Sumt av hesum tilfari kom við í Eykabindið frá 1974, meðan alt hitt kom við í Føroyska orðabók, sum hann var aðalritstjóri á og sum kom út 24. juli 1998. Tað var krúnan á nærlagda og dygga orðabókarverki hansara.

Jóhan Hendrik hevur sitið í nógvum nevndum og ritstjórnum. Sum dømi kann verða nevnt, at hann sat í nevnd Fróðskaparfelagsins frá 1977 til 1992, og frá 23. til 39. bók av Fróðskaparritum var hann ein av ritstjórunum. Hann var formaður fyri megindeildarráðnum fyri hugvísindi 1987-90 umframt limur í setursráðnum sama tíðarskeið. Hann sat sum formaður fyri Føroysku málnevndini frá tí hon varð stovnað í 1985 til 1997. Hann var limur í navnanevnd settari av Føroya landsstýri, sum legði fram álit í 1992, málsligur ráðgevi hjá gøtunavnanevnd Tórshavnar býráðs, limur í uppgávunevnd í føroyskum á Føroya læraraskúla umframt próvdómari við sama skúla. Formaður og nevndarlimur í Orðabókagrunninum. Limur í stjórn Málstovu Norðurlanda,  limur og varalimur í NORNA (norðurlendsk samstarvsnevnd um navnagransking), umboð fyri føroyskt mál í verkætlanini Atlas Linguarum Europæ (ALE). Harafturat limur í fleiri útlendskum vísindafeløgum. Heiðurslimur í Magistarafelag Føroya. Í 1991 fekk hann virðisløn M.A. Jacobsens og í 1999 sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk. Í takkarrøðuni, sum Jóhan Hendrik helt í sambandi við virðisløn M.A. Jacobsens, tók hann til: Hentari er handartak manni livandi enn lov, tá látin er. Ja, vakrari kann tað neyvan sigast enn við hesum orðatakinum, sum altíð er aktuelt, tá ið minningarorð verða skrivað.

Mikudagin 9. juni 2004 fór Jóhan Hendrik umborð á Norrönu við súkklu á veg til Seyðisfjarðar. Ørindini vóru at fara á Frændafund og samstundis at hátíðarhalda sín sjeytiára føðingardag. Hann súkklaði eftir Suðurlandinum til Reykjavíkar og var frammi hósdagin 17. juni.
Í sambandi við føðingardagin fekk Jóhan Hendrik eitt heiðursrit, ið nevnist Mál í mæti, sum er savn av greinum, sum eru skrivaðar í eitt fjøruti ára tíðarskeið. Heiðursritið fekk hann handað á samkomu í Reykjavík í sambandi við Frændafund. Eftir fundin súkklaði Jóhan Hendrik aftur til Seyðisfjarðar ‒ hesaferð eftir Norðurlandinum. Hann kom heim aftur við Norrönu mikudagin 30. juni.

Í sambandi við sjeyti fimm ára føðingardagin í 2009 komu orðabókarsendingarnar út undir heitinum Orðabókin. Hetta vóru sendingar í Útvarpi Føroya 1969-1993.

Aftast í bókini Mál í mæti er ein listi við fleiri hundrað nýggjyrðum, sum eru smíðað á stiðjanum hjá Jóhan Hendriki. Hesin listi vísir, at hann hevur sett síni týðiligu spor í tað nýmótans føroyska orðatilfarið við orðum sum t.d. bingja, telda, fløga, tyrla, fjølmiðil og kurla. Hetta vísir hansara ótroyttiliga áhuga fyri orðum og hansara sera djúpa kunnleika um orð og teirra uppruna.

Súkklan er nú sett í skúrin. Tað seinasta orðið er smíðað. Tey seinastu tøkini eru tikin í svimjihøllini. Ein fróðarmaður er farin. Ein eyðkend rødd er tagnað. Hóast mong ár eru liðin, síðan Jóhan Hendrik hevði sína dagligu gongd á Føroyamálsdeildini, minnast vit við gleði aftur á ein góðsligan og viðeiriligan samstarvsfelaga, sum altíð var við góða orðinum.

Størstur er saknurin hjá tykkum avvarðandi, sum eftir sita. Okkara tankar leita til tykkara, ið nú syrgja og sakna. Vita skulu tit, at vit hava tykkum í huga í hesi sváru tíð.

Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu. Vit vilja minnast okkara góða starvsfelaga við takklæti og djúpari virðing og lýsa frið yvir minnið um Jóhan Hendrik Winther Poulsen.

Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini