Jóan Pauli Joensen
09.02.2008
Skriva út

Minningarorð um Trygva Vestergaard

Mikumorgunin 6. februar 2008 meðan alt starvsfólkið var samlað til morgunmatarborð komu deyðboðini um at Trygvi Vestergaard, lektara á Nátturúvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya var farin tann 5. februar.


Trygvi var føddur 11. januar 1948. Hann var soleiðis júst fyltur 60 ár, nú hann andaðist.

Trygvi lók prógv sum cand. scient. í biokemi frá Københavns Universitet 20. juni 1974.

Náttúruvísindaliga støðisútbúgvingin var komin sum ein partur av undirvísingartilboðunum á setrinum. Trygvi varð longu í 1975 knýttur at Støðisútbúgvingini sum tímalærari og ráðgevi og í 1977 kom hann í fast starv sum lærari á setrinum. Trý ár seinni í 1980 var hann settur lektari á Støðisútbúgvingini.

Seinni broyttist skipanin á setrinum. Setrið varð býtt upp í megindeildir og deildir. Ein av hesum deildum var Náttúruvísindadeildin. Navnið Støðisútbúgvingin datt burtur og útbúgvingarnar innan náttúruvísindi vórðu eisini broyttar. Trygvi var deildarráðsformaður fyri Náttúruvísindadeildina í tíðarskeiðnum 1989-95. Hann kom at hava sítt lívsstarv á setrinum og hevur verið einasti lektari í evnafrøði øll árini, til fyri kortum. Hann var serstakliga væl vitandi og kønur innanfyri sítt fakøki.

Trygvi hevur í mong ár havt ringa heilsu. Ta seinastu tíðina hevur hann ikki havt fult starv, men arbeitt niðursetta tíð, men hóast heilsuveikur so hevur hann verið á deildini til tað seinasta.

Trygvi var ikki ein maður av mongum orðum, og hann var ein rættiliga privatur persónur, sum ikki gjørdi nógv burturúr sær sjálvum, men hann kundi kortini vera rættiliga undirhaldandi.

Við Trygva Vestargaard er ein av teimum pionerunum, sum løgdu lunnar undir Støðisútbúgvingina og Náttúruvísindadeildina deyður.

Fróðskaparsetur Føroya minnist við virðing Trygva Vestergaard, lektara, fyri hansara virksemi á Fróðskaparsetri Føroya, nú hann er farin um sýn. Trygvi Vestergaard var ógiftur.

Ærað verið minni hansara.

Jóan Pauli Joensen

Rektari.