Minst fýra mál til øll
Nýggj bók um avbjóðingar, málsamfeløg fara at hava í framtíðini, er komin út.
Í samband við ráðstevnuna Minst 4 mál til øll, sum var í Norðurlandahúsinum 22 - 24 august 2011, er nú eitt ráðstevnurit komið út:
4 or more languages for all:
Language policy challenges of the future
Karin Jóhanna Knudsen, Hjalmar P. Petersen og Kári á Rógvi hava ritstjórnað, og Novus Press í Noregi gevur bókina út. Bókin er 131 blaðsíður.
Tað føroyska íkastið er frá Maluni Marnersdóttur, professara, ið hevur eina grein um William Heinesen á føroyskum. Her kemur hon millum annað inn á, at sumt er mist í týðingunum og nevnir, at ynskiligt hevði verið, at William Heinesen bleiv týddur av nýggjum til føroyskt.
Birna Arnbjörnsdóttir (Háskóli Íslands) hevur eina grein um tær avbjóðingar, tey norðurlendsku málsamfeløgini standa framman fyri. Hon kemur inn á, at enskt skal lærast sum eitt hjálparmál í Føroyum og Íslandi, umframt at danskt skal lærast, tí tað gevur atgongd til Norðurlond. Hon tosar í grein síni um fremmandamál sum kosmopolitiskan kapital. Eisini vísir hon á, hvussu stóran týdning tað hevur í undirvísingini av einum fremmandum máli at nýta ta tøkni, sum frammi er, og vísir hon til tað, sum er gjørt í Íslandi við icelandic-online.
Samiskt er viðgjørt av Florian Hiss (Tromsø Universitet). Hann hevur gjørt samrøður við fólk um, hvat tey halda um vánirnar hjá samiskum at yvirliva. Samrøðurnar snúgva seg millum annað um tað symbolvirði, ið samiskt hevur.
Í greinini um tann samansetta, danska statin nevnir Steen Bo Frandsen (Syddansk Universitet) tann danska minnilutan í Norðurtýsklandi. Hann kemur inn á, at eitt blandingsmál, sum tað, ið hesi fólk tosaðu, í veruleikanum ikki er eitt spilt mál, men at tað er eitt typiskt dømi um eitt kontaktmál. Hetta er nakað, sum hevur týdning í einum føroyskum máldiskursi.
Hinir fyrilestrarnir í bókini eru um mál og samfelag. Teir eru Multilingual education in Northern and Southern contexts: A comparison and contrast with lessons for all eftir Carol Benson (Stockholm Universitet); Does the Nordic concept of parallel language use apply to minority children in Denmark eftir Anne Holmen (Københavns Universitet). Anna Holmen vísir á, hvussu tað lekur mangan ímillum lóggávu og praksis, tá ið talan er um tvímæli og tvímælisundirvísingina.
Who Is ‘One of Us? The Nexus between Naturalisation, Language, and Minority Protection eftir Dimitry Kochenov (University of Groningen) og European and Nordic norms concerning public and private use of language in the horizontal dimension eftir Markku Suksi (Åbo Akademi).
4 or more languages for all: Language policy challenges of the future. 2013. (Ritstj) K. J. Knudsen, H.P.Petersen & K. á Rógvi. Novus Press. Oslo.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...