“Mítt hjarta slær fyri heimstaðnum “
”Mítt hjarta slær fyri heimstaðnum” er ein norðurlendsk granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina týdningin av tilknýtinum, sum ung fólk, ið eru flutt burtur frá heimstaðnum, kenna seg hava til ymisk mentanarlig tiltøk í sínum ”gamla” heimstaði.
Verkætlanin hevur til endamáls at greina fíggjarliga, sosiala og mentanarliga kapitalin hjá fólki, sum eru flutt burtur frá heimstaðnum, sum eitt tilfeingi hjá heimstaðnum.
Granskingarverkætlanin er stuðlað av NordRegio, umvegis Nordic Demographic Programme 2013-2014. Nordregio er granskingargrunnur undir Norðurlandaráðnum.
Við í verkætlanini er The cultural council of Vesterålen í Svøríki, Austurbrú – Centre for cultural studies á eysturlandinum í Íslandi, The Centre for regional and tourism research á Bornholm og í samstarvi við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya.
Verkætlanin byggir á úrslit av granskingarverkætlanini “Mit hjem er hvor mit hjerte er”, sum varð gjørd í Bornholm 2013. Tann verkætlanin viðgjørdi m.a. hvussu ung fólk, sum eru flutt burtur (í hesum førinum av Bornholm), framvegis taka stig til ella luttaka í tiltøkum, sum eru á Bornholm; og á tann hátt framvegis eru eitt tilfeingi fyri sín gamla heimstað.
Kanningin í Bornholm vísti greitt, at talan ikki bert er um einsíðugt “brain-drain”, tá ið ung fólk flyta frá heimstaðnum. Heldur er talan um at ungfólk, sum eru flutt, framvegis eru eitt tilfeingið fyri heimstaðin, bæði hvat viðvíkur nýhugsan um tilboð og tiltøk, eins og tey hava fíggjarligan, sosialan og mentanarligan týdning.
Nú verða kanningar gjørdar í Svøríki, Íslandi, Danmark og í Føroyum. Í Føroyum verða kanningarnar gjørdar í Suðuroynni millum fólk, sum eru flutt úr Vági, Sumba og Hovi, har endamálið er at lýsa teirra tilknýtið til heimstaðin.
Í heyst og vetur verða gjørdar spurnablaðskanningar og samrøður við ung fólk, sum ikki longur búgva í økjunum, men sum tó hava tilknýti til og eru virkin í økinum. Fyrsti liður í hesum arbeiði er spurnablaðskanning, sum verður gjørd komandi vikurnar.
Verkætlanin endar komandi vár, tá frágreiðing eisini verður skrivað og givin út alment.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...