Møguleiki at søkja starvsvenjing innan arktiska økið
28.05.2018
Altjóða Skrivstovan Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Møguleiki at søkja starvsvenjing innan arktiska økið

Hevur tú áhuga í arktiskum viðurskiftum og vilt tú hava meira vitan um útnorður og ta búskaparligu menningina, mentanina og fólkið har?


So hevur tú møguleikan at søkja um starvsvenjing á Arktiska Universitetinum (UArctic) og Arktiska búskaparráðnum (AEC). Tørvur er á tveimum eldhugaðum og virkisfúsum lesandi at byrja í starvsvenjing á heysti 2018. Her kemur tú í eitt umhvørvi, har møguleiki er fyri at menna teg, betra faklig arbeiðs- og samskiftisevnir og tú fært eitt størri altjóða netverk frameftir.

Universitetið í Arktis (UArctic) er eitt samstarvsnetverk fyri universitet, miðnámsskúlar, granskingar- og undirvísingarstovnar í Norðurlondum. Arktiska búskaparráðið (AEC) er ein óheftur felagsskapur, sum arbeiðir við at fremja ábyrgdafullan handil og fíggjarliga menning í arktiska økinum.

Starvsvenjingin á Arktiska Universitetinum (UArctic) er ásett til 5 mánaðir, frá 1. august til 31. desember, meðan tað á Arktiska búskaparráðnum (AEC) er talan um 4 mánaðir, frá 1. september  til 31. desember. Umsøkjarar skulu sjálvir finna bústað og hava eina ferðatrygging fyri tíðarskeiðið. Tey, sum sett verða, fáa eitt peningarligt ískoyti upp á 1.466 evrur um mánaðin pluss 500 evrur til ferðaútreiðslur.

Umsóknarfreistin er 31. mai 2018 og umsókn við CV skal sendast til til secretariat(at)uarctic.org .

Les meira HER