03.10.2024
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Mortan Nolsøe - eitt 100 ára minni

Í sambandi við at Mortan Nolsøe, professari, í ár hevði verðið 100 ár, skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri eini minningarløtu og framløgum um søvn og gransking

Tiltakið verður á Landsbókasavninum mikukvøldið 9. oktober kl. 19 til 20.30.

Mortan varð føddur 5. juni 1924 í Vági. Hann vaks upp í krambúðar- og reiðaraumhvørvinum á Marknoyri, og millum søgufróðar menn á seglhúsloftinum birtist áhugin fyri øllum tí, sum livir á mannamunni og í fólksins minnum.

Eftir kríggið fór Mortan fyrst til Wien at lesa týskt og síðani til Oslo at lesa norðurlendska málfrøði. Ætlanin var tó alla tíðina at lesa fólkaminnisfrøði, ið hann seinni tók sum høvuðsgrein við enskum og týskum sum hjágrein. Í 1964 tók hann prógv sum magistari í fólkaminnisfrøði. Magistararitgerð hansara hevði heitið Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum, og er helst fyrsta akademiska ritgerð, sum er skrivað á føroyskum. Í 1997 kom ritgerðin út í bók við sama navni, ið Eivind Weyhe legði til rættis.

Frá 1962 til 1973 arbeiddi Mortan sum vísindaligur atstøðingur, savnsvørður og lærari á lærda háskúlanum í Oslo. Saman við øðrum var hann við til at byggja fólkaminnisfrøði upp sum fak í Noregi. 

Mortan var eisini við til at leggja lunnar undir norska Universitetsforlaget saman við vinmanni sínum, Tønnes Andenæs í 1950. Harafturat tók hann lut í arbeiðinum at gera katalogið: “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, sum framvegis er høgt í metum og verður nógv brúkt av kvæðaáhugaðum.

Nærum øll árini, Mortan var í útisetu, var hann í savningarørindum um sumrarnar í Føroyum, og umleið 700 bond eru til skjals á Føroyamálsdeildini frá hesum ferðum.

Í 1972 heitti Christian Matras á Mortan um at koma til Føroya at vera við at byggja Føroyamálsdeildina upp, og árið eftir byrjaði akademisk undirvísing í norðurlendskum máli og bókmentum við serligum denti á føroyskt. Við síni djúpu og breiðu fakligu vitan var Mortan ein hornasteinur í tilgongdini at menna Fróðskaparsetur Føroya til eitt universitet.

Í starvinum sum undirvísari á Føroyamálsdeildini var Mortan ein sera virkin savnari og granskari. Hann savnaði mest skaldskap av mannamunni og siðsøguligt tilfar, men stóð eisini fyri at savna staðanøvn og miðanøvn. Hann skipaði longu tíðliga í sjeytiárunum fyri at taka loftmyndir av Føroyum, soleiðis at tey túsundtals staðanøvnini kundu merkjast á myndirnar, ikki minst bjargamyndir. 

Í fleiri umførum var Mortan deildarleiðari á Føroyamálsdeildini. Hann og Jóhan Hendrik Winther Poulsen skiftust í fleiri ár um hetta starv.

Í 1986 gjørdist Mortan professari í skaldskapi av mannamunni á Fróðskaparsetri Føroya. Sama ár varð hann eisini heiðraður við norska St. Olavsmedaljen í gulli fyri sítt stóra arbeiði fyri føroyskt-norskt mentanarsamstarv.

Mortan Nolsøe andaðist 25. apríl 1987.

Á skránni fyri haldið eru stuttar framløgur og framførsla:

  • Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, bjóðar vælkomin
  • Eyðun Andreassen: Mortan á universitetinum í Oslo
  • Helgi Jacobsen: Mortan sum starvsfelagi
  • Lena Reinert: Í savninum
  • Bólkurin Kata framførir
  • Steðgur
  • Jógvan í Lon Jacobsen: Mortan sum íbirtari og lærari
  • Brynhild Kamban: Kvæðagransking í dag
  • Eftirkomarar bera fram nøkur orð
  • Bólkurin Kata framførir
  • Endi