Skriva út

Móttøka

1. september 2011 var rektaraskifti á Fróðskaparsetri Føroya. Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku.


Jóan Pauli Joensen, ið hevur verið rektar, er farin aftur í sítt gamla starv á Søgu- og samfelagsdeildini sum professari í siðsøgu, og Sigurð í Jákupstovu hevur tikið við rektarastarvinum.

Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku á Fróðskaparsetrinum í hølinum í Jónas Broncks gøtu 25, niðastu hædd, fríggjadagin 9. september frá kl 15 til 17, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Fróðskaparsetur Føroya