21.01.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Móttøka á Søgu og Samfelagsdeildini

Mikudagin 23. januar kl. 13.00 verður móttøkan í fyrilestrarsalinum í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25.


Hetta er í sambandi við, at Eileen Vang, sum tey seinastu 9 ½ árini hevur verið deildarskrivari á Søgu og Samfelagsdeildini, er farin úr starvi vegna aldur.

Móttøkan verður sum nevnt mikudagin 23. januar kl. 13.00 í fyrilestrarsalinum í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25.

Øll eru hjartaliga vælkomin.