euraxess-verkstova.jpg
Martin N. Simonsen
12.09.2019
Setrið
Skriva út

Móttøka av altjóða starvsfólkum skal styrkjast

Hósdagin 12. september var verkstova á Fróðskaparsetrinum um skipan av fyrisitingarligari móttøku fyri altjóða starvsfólk og lesandi.

Verkstovan varð fyriskipað, tí talið av útlendingum, sum koma til Føroya, á Fróðskaparsetrið og hinar granskingarstovnarnar, er økt og fer at økjast enn meira. Talan er bæði um starvsfólk og studentar, við og uttan familju, og úr ymsum londum. Summi koma í avmarkaða tíð, meðan onnur koma til føst størv.

Tað er eyðsýnt, at tørvur er á at veita munandi betri kunning og tænastur, bæði tá umhugsað verður at koma til Føroya og í sambandi við sjálva starvs- ella lestrarbyrjanina, fyri at fáa eina so smidliga og góða byrjan, sum til ber, og eisini í sambandi við at fólk fara úr Føroyum aftur.

Leiðarin á ‘International Staff Services’ skrivstovuni á Háskóla Íslands, Sandra Berg Cepero, greiddi frá, hvussu hendan tænastan er bygd upp og skipað á Háskóla Íslands. Hon greiddi eisini frá, at Háskóli Íslands leggur stóran dent á at veita hesar tænastur, til tess at gera starvsbyrjanina lættari og betri og at økja um møguleikarnar fyri at nýggju starvsfólkini trívast og fáa virka til fulnar. Síðani varð kjakast um tørvin og avbjóðingarnar í Føroyum, um hvat er mest átrokandi og hvussu vit best kunnu styrkja og skipa verandi tænastur.

Í sambandi við vitjanina var eisini fundur við nýggja rektaran, Chik Collins, ið legði áherðslu á, at hetta er eitt sera týdningarmikið øki, ið Setrið eigur at menna og raðfesta.

Luttakararnir á verkstovuni vóru frá Fróðskaparsetrinum, Landssjúkrahúsinum, Ílegusavninum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Mentamálaráðnum, Vinnuhúsinum, Útlendingastovuni og Granskingarráðnum.

Semja var um, at tað hevur stóran týdning at arbeiða saman og byggja víðari á tað arbeiðið, sum longu er gjørt av EURAXESS Føroyar og øðrum.

Tað var EURAXESS Føroyar, sum skipaði fyri verkstovuni í samstarvi við Fróðskaparsetrið við fíggjarligum stuðli frá ES-samstarvinum TOPIV.

Sí meira um EURAXESS á euraxess.fo

Sí eisini tænasturnar hjá International Staff Services