Móttøka í sambandi við útnorðursøguna
31.05.2012
Skriva út

Móttøka í sambandi við útnorðursøguna

Í sambandi við útgávu av útnorðursøguni “Naboer i Nordatlanten” hava forlagið Fróðskapur, Fróðskaparsetur Føroya og Søvn Landsins móttøku í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 1. juni kl. 14.30.


Í 2000 mælti Útnorðurráðið stjórnunum í útnorðurlondunum til at fáa í lag eitt samstarv um skriving av felags søgu Útnorðurs. Ein bólkur av søgufrøðingum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark setti sær fyri at skipa fyri seminarum og ráðstevnum um hetta. Úr tí virkseminum eru higartil útkomnar 3 bøkur við søgufrøðiligum greinum. Frá byrjan var málið, at netverkið eisini skuldi fáa í lag eina almenna grundbók um felagssøguna hjá útnorðurlondum. Tað er hon, sum nú kemur út


Skráin fyri móttøkuna er hendan:

  • Vælkomin
  • Daniel Torleifsen, stigtakari, Grønland
  • Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
  • Jón Th. Thór, høvuðsritstjóri, Ísland