Móttøka í Kongshøll
Bjóðað verður til móttøku í sambandi við, at føroysk og altjóða lesandi leggja fram spennandi uppskot til, hvussu grønar orkuloysnir kunnu fremjast í Føroyum.
Við í verkætlanini, sum er nevnd “International Community Energy Event”, eru Bakkafrost, KJ-Hydraulik, Strandfaraskip Landsins og Tórshavnar Kommuna. Tey hava givið teimum lesandi uppgávur at loysa innan burðardygga orku. Tilsamans luttaka 23 lesandi frá universitetum úr Íslandi, Kanada, Noregi, Orknoyggjum og Føroyum.
Verkætlanin, sum byrjaði 13. mai og endar 21. mai, er liður í arbeiðinum hjá Setrinum at skapa samband og samstarv millum universitet, stovnar og vinnulív.
Tórshavnar Kommuna verður vertur fyri móttøkuni, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum týsdagin 21. mai kl. 16.00-18.00.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...