MSc-próvtøka á Náttúruvísindadeildini
03.12.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

MSc-próvtøka á Náttúruvísindadeildini

Fríggjadagin 5. desember kl. 14 fer Tóra Winther Reinert til MSc-próvtøku í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.


Verkætlanin, ið verður próvdømd, hevur heitið "Species composition and depth distribution of macroalgae in the outher Oslofjord. A revisit to stations sampled by Sundene (1953) and Fredriksen and Rueness (1990)".

Vegleiðarar eru Eilif Gaard, Havstovan, fyri Fróðskaparsetrið og Stein Fredriksen, Universitetið í Oslo. Próvdómari verður Birgit Olesen, Aarhus Universitet.

Tóra hevur lisið lívfrøði á Fróðskaparsetrinum og Universitetinum í Oslo.