
10.01.2025
Setrið Námsvísindadeildin Skriva út
NÁD-granskarar í Sosialinum
Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í Sosialinum, sum granskarar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya skriva
Greinarøðin hevur til endamáls bæði at varpa ljós á námsfrøðina sum fakøki yvirskipað og á ítøkiliga gransking á námsfrøðiliga og útbúgvingarliga økinum í Føroyum.
Evnini í greinunum eru ógvuliga fjølbroytt og fevna um bæði smábarnagransking, skúlagransking og - sum í fyrstu greinini - námsfrøði og demokrati.
Fyrsta greinin í røðini er í dagsins Sosiali.
Hana hevur Sigri M. Gaїni, ph.d. í politiskari heimspeki og námslektari í lívsáskoðan, siðalæru og vísindaástøði, skrivað.
Greinin eitur “Námsfrøði er ein týdningarmikil liður í heimspekini”.
- 28.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurNýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikkMikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føro...
- 26.03.2025 Setrið NáttúruvísindadeildinSigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøðiSigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari...
- 20.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinNámsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁDÍ dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgving...