Hara_2_19Jan2019_HaraldBjoergvin© (2).jpg
Raskastu harumenninir vóru í Kviggjarshamarshaga í Saksun
Eyðfinn Magnussen
26.03.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Næstan 6000 harur skotnar í fjør

So er hon komin, frágreiðingin um haruveiðuna 2019

Samlaða talið kom upp á 5.927 harur. Hetta eru einar 800 harur fleiri enn í 2018, tá 5.136 harur vórðu skotnar.
Alt hetta - og meira enn tað - kanst tú lesa um í frágreiðingini, "Haruveiðan í Føroyum 2019 og annað tilfar um føroysku haruna", sum júst er útkomin.

Frágreiðingin hesaferð er 50 síður til longdar og kann lesast her.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 755 harutúrum í 299 hagapørtum í 84 bygdum kring landið.

Flestu harur í haga í Saksun

Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2019 vóru teir, sum skutu í skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 214 harur, sum teir fingu á 10 túrum.
Aftast í frágreiðingini eru úrslit av einari kanning av bendilormum í føroyskum harum. Úrslitið vísir, at ein triðingur av føroysku harunum hava bendilorm.

Sigrún Brend hevði samrøðu við Eyðfinn Magnussen um nýggastu harufrágreiðingina í útvarpstíðindunum í dag. Lurtið her frá 17:04.