Elinborg Joensen, BA lesandi á FMD
04.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Námsferð í Vágum

Mánadagin 24. okt. vóru 2. árs lesandi á Føroyamálsdeildini í Vágum. Endamálið var fyrst og fremst at hyggja at rúnasteininum í Sandavágs kirkju.


Mánadagin 24. okt. vóru 2. árs lesandi á Føroyamálsdeildini í Vágum. Endamálið var fyrst og fremst at hyggja at rúnasteininum í Sandavágs kirkju.

Liðleiðari var Jógvan í Lon Jacobsen, lektari og lærari í málsøgu. Heini F. Petersen greiddi frá ymiskum um bygdina og kirkjuna í Sandavági og sjálvsagt eisini um, hvussu tað bar á, at hesin steinurin av tilvild varð funnin í býlinginum Eingjartoftum í 1917. Steinurin hevur Føroya longstu rúnainnskrift, og hon er mett at vera frá uml. ár 1200.

Vit hugdu síðani nærri at ristingunum, og Jógvan hevði bæði lummalykt og sjóneyku við. Serliga lummalyktin var hent, tí rúnirnar gjørdust týðiligari við skuggum. Á steininum stendur:

þorkæl onondarsun
austmaþrafruha
lande bygþe þe(n)
a saþ fyst

Hetta verður týtt til: “Torkil Onundarson eystmaður úr Rogalandi bygdi henda stað fyrst”.
Tað var imponerandi at síggja, hvussu klárar tær 800 ára gomlu ristingarnar eru enn í dag.

Síðani gekk leiðin vestur á hotellið at fáa okkum ein bita. Haðani fóru vit á Krígssavnið, og síðani í Miðvágs kirkju. Meðan vit gingu inn í kirkjuna vóru vit so heppin at hoyra trompettónar frá Katrini Jørgensen. Hon spældi vakra sangin “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu” eftir Jacob Paulli.
Pápi hennara, Hans Jørgensen, fortaldi okkum síðani nakað um kirkjuna, altartalvuna, brotna stakan hjá Beintu o.a.

Hinumegin vegin stendur standmyndin av Mikkjali á Ryggi. Vit fóru at hyggja at henni og Beitishúsunum, har heim hansara var. Ætlanin var eisini at fara niðan í Hýsisá, har Mikkjal hevur rist í helluna, men tað má verða eina aðruferð, tá ið tað ikki er áarføri.