Námslektari í sjúkrarøktarfrøði settur
04.10.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Námslektari í sjúkrarøktarfrøði settur

Tórunn Højgaard Ósá er sett í starvið sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya at byrja 1. januar 2018.


Tórunn hevur drúgvar royndir innan føroyska heilsuverkið, seinastu fimm árini sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum. Hon varð útbúgvin cand. scient. soc í 2010 á RUC og sjúkrarøktarfrøðingur í 2001 á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Hon hevur harumframt royndir sum undirvísari og próvdómari á sjúkrarøktarfrøðideildini.

Setanin merkir samstundis, at ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði, sum varð útsett fyrr í ár, kann byrja í januar 2018.  Tey, sum søktu inn á ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði í heyst, fáa í boði at taka skeiðið eftir nýggjár.