Námsvísindadeildin handað Tórshavnar kommunu kanning um teldlanýtslu í fólkaskúlanum
Skriva út

Námsvísindadeildin handað Tórshavnar kommunu kanning um teldlanýtslu í fólkaskúlanum

Námsvísindadeildin hevur í samstarvi við Tórshavnar Kommunu gjørt stóra kanning av teldla- og aðrari tøkninýtslu í trimum skúlum í Føroyum, tveimum í Tórshavn, har annar skúlin hevur givið næmingum teldlar og einum á bygd, har næmingarnir eisini hava teldlar.


Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skuldi lata einum skúla teldlar, tí hann skuldi leggjast saman við øðrum skúla, har næmingarnir høvdu teldlar, vórðu granskarar á NÁD spurdir til ráðs og bidnir um at gera eftirmeting av, hvussu og í hvønn mun teldlarnir vórðu brúktir, og hvørja ávirkan tað hevði á læring næminganna.

Væl grundað spurnablað
Stórt talgilt spurnablað varð gjørt, sum bæði bygdi á OECD frágreiðing frá 2015 um teldunýtslu og stóra spurnakanning, sum granskarar á NÁD í samstarvi við Háskóla Islands gjørdu í 2012/13 millum allar næmingar í Føroyum av starvshættum og hugburði til ymsu lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Aðrar granskingarverkætlanir lógu eisini til grund fyri sniðgávuni av spurnablaðnum.

Nýtsla, hugburður og úrtøka hjá næmingum
Í høvuðsheitum varð spurt um nýtslu av teimum talgildu amboðunum, sum skúlin letur næmingunum ella hevur til taks í undirvísingini, síðani varð spurt um amboð næmingarnir sjálvir áttu ella høvdu atgongd til heima. Hugt varð eisini at, hvønn hugburð næmingarnir høvdu til nýtslu av talgildari tøkni við serligum denti á teldlanýtslu, og hvørja ávirkan talgilda tøknin og teldlarnir hava á fakligu úrtøkuna.

Ávirkanin á undirvísingina - og førleikar hjá lærarum
Lærararnir í tveimum skúlum vórðu spurdir. Teir spurningarnir snúðu seg mest um arbeiðshættir og í hvønn mun talgilda tøknin setir sín dám á undirvísingina, eisini varð spurt um hugburð til talgildu tøknina, serliga teldlar og í hvønn mun hesir verða nýttir í undirvísingini. Somuleiðis varð spurt um, hvussu lærararnir føldu seg fyrireikaðar til at brúka talgilda tøkni og Ipaddar í undirvísingini, og hvussu teir halda seg vera førar fyri at brúka talgildu amboðini.

Almenn framløga 15. desember
Fyribils frágreiðing varð handað Mentanevnd býráðsins 24. okt. Frágreiðingin er nú farin til prentingar. Framløga verður av niðurstøðunum av kanningini 15. des. kl. 15.00 á Námsvísindadeildini á Frælsinum. Skúlarnir, sum hava luttikið í kanningini, verða bodnir við til framløguna, sum er almenn.