Námsvísindadeildin hevur opið hús
03.11.2016
Námsvísindadeildin
Skriva út

Námsvísindadeildin hevur opið hús

Námsvísindadeildin fer undir nýtt tiltak, har kunnað verður um allar útbúgvingarmøguleikarnar á deildini


Mánadagin 14. november slær Námsvísindadeildin hurðarnar upp á víðan vegg og kunnar um allar teir útbúgvingarmøguleikarnar, sum verða á deildini lestrarárið 2017-2018.

Ein av útbúgvingunum er ískoytisútbúgvingin, sum uppstigar lærarar og námsfrøðingar til bachelor-støði (ískoytisútbúgvingin er hálvt ársverk, ið verður lisið yvir eitt ár). Ein annar møguleiki fyri lærarar og námsfrøðingur – og onnur við – er at lesa stakgrein.

Fólk mugu leggja til rættis
- Hetta eru fólk, sum oftast eru í starvi og sum noyðast at taka avgerð í góðari tíð, so arbeiðspláss teirra fær stundir at taka neyðug atlit, sigur Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari á námsfrøðiútbúgvingini.

Hjá teimum, sum umhugsa at taka fulla bachelor-útbúgving sum lærari ella námsfrøðingur er hetta tiltakið er eitt eyka høvi. Setrið kunnar á hvørjum ári – í februar-mars – um allar sínar útbúgvingar, eitt nú við at fara kring landið, og tá er Námsvísindadeildin eyðvitað eisini við.

- Hetta tiltakið í november gevur teimum møguleikan at kunna seg tíðliga um ta útbúgvingina, tey hava í huga, og eisini at tosa við tey, sum hava lisið eina tíð, sigur Annika Antoniussen.

Øll starvsfólk, ið varða av lærara-, námsfrøði- og ískoytisútbúgvingunum verða tøk til eitt prát hendan dagin, eins og tey, ið varða av linjugreinunum.

Vónandi afturvendandi tiltak
Annika Antoniussen upplýsir, at hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri slíkum tiltaki á deildini. Á hvørjum ári skulu lesandi velja linjugreinar, t.v.s. fakøki, sum tey serliga ætla at leggja dent á. Hesa ársins tíð hevur vanliga verið skipað fyri innanhýsis kunningardegi, har deildin kunnar tey lesandi um tær linjugreinar, sum eru at velja ímillum.

- Tá ið vit kortini rigga til til eitt kunningartiltak fyri tey, sum lesa í løtuni, so hava vit valt at gera ein dag burturúr, har vit bjóða almenninginum inn og kunna um allar útbúgvingarnar, sigur Annika Antoniussen.
Útbúgingarleiðarin sigur, at eydnast tiltakið væl, so verður tað afturvendandi árligur táttur á deildini.

Tiltakið verður á Frælsinum 20 mánadagin 14. november kl. 15-17. Námsvísindadeildin, sum bjóðar ein drekkamunn á tiltakinum, leggur dent á, at øll eru vælkomin.